Eirargarður kann nú umbyggjast til lestraríbúðir

Eirargarður kann nú umbyggjast til lestraríbúðir
Løgtingið hevur endaliga samtykt uppskotið hjá Margit Stóra, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum
Nú er greitt, at Húsalánsgrunnurin fær ræði á Eirargarði 2, sum skal umbyggjast til lestraríbúðir.
 
30.09.2025 - 11:55

Eirargarður 2 í Havn kann nú umbyggjast til lestraríbúðir.

Løgtingið hevur fyri løtu síðani við triðju og endaligu viðgerð samtykt málið um at lata Húsalánsgrunninum ræði á Eirargarði 2.

Margit Stóra, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, átti uppskotið var einmælt samtykt við 22 atkvøðum fyri og ongari ímóti.

Løgtingið hevur eisini endaliga samtykt eitt uppskot frá Ruth Vang, landsstýriskvinnu, um eykajáttan í sambandi við, at aðalráðini, sum hava hildið til á Eirargarði, flyta úr bygninginum í onnur høli í Havn.

Eisini hetta uppskotið var einmælt samtykt við triðju viðgerð. 25 atkvøður vóru fyri og ongin ímóti.

. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
Vikuskiftið 27 nov 2026
217131
Fríggjadag 27. november
LEITISSTEIN 27.11.2026 (Aggrasoppar)
217118
Fríggjadag 27. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Fróði Bjarnason
217100
Fríggjadag 27. november
RagnarRokk: Serena Cherry um Extinguish Thy Flame
215806
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217141
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217111
Hósdag 26. november
PAZ
217069
Hósdag 26. november
Veðrið
217056