Dronur stongt flogvøllin í München: 3.000 ferðafólk strandað

Dronur stongt flogvøllin í München: 3.000 ferðafólk strandað
Týski loftferðslumyndugleikin noyddist í gjárkvøldið at seta forboð fyri allari flúgving til og frá München Airport, eftir at fleiri dronur vóru sæddar uppi yvir floghavnini
Mynd: Shutterstock.com  
 
03.10.2025 - 02:00

Í gjárkvøldið noyddist ein av størstu floghavnunum í Evropa, München Airport, at lata aftur, tí dronur vóru sæddar í loftrúminum uppi yvir floghavnini. 

Hetta boðaði floghavnin frá í tíðindaskrivi. 

Í fráboðanini frá München Airport stendur, at týski loftferðslumyndugleikin, DFS, klokkan 21.18 í gjárkvøldið hevði sett forboð fyri allari flúgving, eftir at fleiri dronur vóru sæddar uppi yvir floghavnini. 

Tað hevði við sær, at 17 flogfør ikki sluppu avstað, meðan 15 flogfør, ið skuldu lenda í München, blivu víst til Stuttgart, Nürnberg, Wien og Frankfurt. 

Útvið 3.000 ferðfólk eru ávirkað av støðuni, tí tey sleppa ikki avstað, upplýsir floghavnin. Feltsengur er settar upp til ferðafólkini, sum eisini hava fingið teppur, drekkilsi og munnbitar. 

Sambært DR, so sær ikki út til, at støðan fer at ávirkar flogferðsluna í morginári. Sum støðan er í løtuni, so verða allar fráferðir sum ætlað. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162