- Eri komin til eitt gott felag

- Eri komin til eitt gott felag
Pernille Brandenborg vísti stórspæl á strikuni hjá Storhamar í Champions League ímóti Dortmund í gjár. - Eg eri komin til eitt gott felag, sigur liðskiparin hjá Føroyum
Pernille Brandenborg í søguliga EM-javnleikinum ímóti Kroatia. Strikuspælarin hevur fingið góða byrjan í nýggja felagi sínum Storhamar
Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix  
 
05.10.2025 - 14:08

Champions League hevur ivaleyst verið við til at draga Pernille Brandenborg úr donskum hondbólti til norska felagið Storhamar.

Liðskiparin á føroyska hondbóltslandsliðnum tók av, tá hon fekk kjansin at royna seg í Storhamar, sum spælir í bestu evropeisku hondbóltskappingini hjá EHF, og Pernille Brandenborg gjørdi veruliga vart við seg í gjár, tá Dortmund tók ímóti.

Hon skeyt ikki minni enn seks mál upp á sjey royndir, og var í stóran mun við til at tryggja nýggja felagið sínum annan CL-sigurin í ár. Storhamar vann 26-22 og Pernille Brandenborg var toppskjútti.

 


Pernille Brandenborg skeyt seks mál í sigrinum hjá Storhamar ímóti Dortmund í Champions League. Tvey mál síggjast í samandráttinum omanfyri.

 

Komin til gott felag

Pernille Brandenborg er væl nøgd við skiftið til Norra, nú kappingarnar av álvara eru komnar í gongd. 

 - Eg eri fallin væl til. Eg trívist, og eg eri komin til eitt gott felag við fittum fólki í einum fínum býi, segði sterki strikuspælarin við Kringvarpið, tá føroyska hondbóltslandsliðið vandi saman í Føroyum í september.

 - So er tað sjálvandi eisini nógv at læra viðvíkjandi hondbóltinum, tá tú skiftir til nýtt lið. Tú skalt læra nógvar nýggjar spælarar at kenna. Eg spæli í nýggjari deild og í Champions League fyri fyrstu ferð, so tað er nógv at fyrireika seg til, men eg haldi, at tað er ótrúliga spennandi, og eg gleði meg til restina av kappingarárinum, segði Pernille Brandenborg.

 

251005_PERNILLE_NET

 

Tað hevur eisini gingið upp á stás higartil. Gamaní hevur Storhamar tapt tveir av teimum fýra dystunum í Champions League - á útivølli ímóti CS Gloria og Esbjerg - men tey fýra stigini, sum eru komin á talvuna higartil geva Pernille Brandenborg og teimum góðar møguleikar at spæla seg víðari í kappingini. 

Í bestu norsku deildini er Storhamar eisini komið væl frá byrjan og liggur í løtuni á 2. plássi við seks stigum av átta møguligum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýst - 3. partur
210483
Mánadag 20. juli
Poppverturin 8
208462
Mánadag 20. juli
HM-tíðindi 20. juli 2026
211136
Mánadag 20. juli
RagnarRokk: James McBain um Coronach
209143
Mánadag 20. juli
Morgunlestur mánadagur
211130
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096