Airbus er farið fram um Boeing

Airbus er farið fram um Boeing
Flogverksmiðjan hevur avhendað 12.260 flogfør av slagnum A-320 síðani 1988
Flogførini hjá Atlantsflogi eru eisini av slagnum A-320, sum nú er mest avhendaða flogfar í søguni.
 
08.10.2025 - 08:38

Evropiska flogverksmiðjan Airbus kundi í gjár breggja sær av, sambært Reuters, at A320-flogfarið hjá felagnum er farið fram um Boeing 737 sum mest avhendaða flogfar í søguni.

Amerikanska Boeing hevur havt metið í fleiri áratíggju, men missir tað, nú Airbus avhendir eitt A320neo-flogfar til saudiarabiska felagið Flynas.

12.260 flogfør eru avhendað í A320-røðini, síðani hon kom á marknaðin í 1988, upplýsir greiningarfelagið Cirium.

Ein av orsøkunum til, at tað hevur eydnast Airbus at koma fram um Boeing, er, at búskaparvøksturin í Asia hevur havt við sær, at ferðafólkatalið er vaksið, og tí er eftirspurningurin eftir flogførum eisini vaksin, skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890