Vit gita: Hetta verður liðið í annaðkvøld

Vit gita: Hetta verður liðið í annaðkvøld
Liðskiparin, Hallur Hansson, verður ikki við frá byrjan. Størsta ivamálið er hvussu Eyðun Klakstein velur at manna fremstu plássini
Føroyska liðið, sum byrjaði inni móti Kroatia
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
08.10.2025 - 16:47

Føroyska landsliðið hevur í løtuni seinastu venjingina undan HM-undankappingardystinum móti Montenegro, sum verður á Tórsvølli í annaðkvøld klokkan 19.45. Okkurt ivamál er á liðnum og landsliðsvenjarin hevur boðað frá, at Hallur Hansson verður ikki við frá byrjan. Hann hevur eitt eymt knæ.

Alt bendir á, at Mattias H. Lamhauge fær afturval í málinum. Hann hevur endurvunnið sær plássið í FC Fredericia og spældi í seinasta landsliðsumfarinum. Odmar Færø sat uttanfyri við leikbanni í 1-0 sigrinum á Gibraltar seinast. Hann er tøkur aftur og kemur inn í miðverjuna saman við Gunnari Vatnhamar og Andrias Edmundsson.

Á vongbakkunum sær út til at Jóannes Kalsø Danielsen og Martin Agnarsson endurvinna plássini við Brandi Hendriksson og Jákupi B. Andreasen á miðjuni. Árni Frederiksberg hevur spælt at kalla fulla tíð, síðan hann kom aftur á landsliðið. Tí er sannlíkt at hann vinnur dystin móti Jóannes Bjartalíð, meðan Hanus Sørensen spælir á vinstra miðvøllinum.

Størsta ivamálið er í álopinum. Petur Knudsen er júst komin aftur frá skaða, Jóan Símun Edmundsson hevur ikki fingið álit sum startari enn og Páll A. Klettskarð hevur havt tað torført sum fremsti maður.

Eftir er so Meinhard E. Olsen. Tað hevur glógvað í honum í álopspartinum, tá hann hevur spælt. Hann klárar seg væl í Kolding, har hann spælir á vongbakkinum. Tí er hann eitt gott boð upp á fremsta plássið.

Vit gita: (Føroyar 5-4-1)

Mattias H. Lamhauge – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Martin Agnarsson – Árni Frederiksberg, Brandur Hendriksson, Jákup B. Andreasen, Hanus Sørensen – Meinhard E. Olsen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096