Fótbóltsævintýrið helt fram við søguligum sigri á Kekkia

Fótbóltsævintýrið helt fram við søguligum sigri á Kekkia
Var tað stuttligt at vinna á stórsigur Montenegro, var tað søguligt, tá føroysku fótbóltsmenninir vunnu 2-1 á Kekkia á Tórsvølli og knústu stigametið. HM-dreymurin livir enn
Martin Agnarsson fær uppiborin klemm frá ovurfegnum liðfaløgum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.10.2025 - 20:04

Føroyar skrivaðu ein stóran kapittul í sína fótbóltssøgu, tá manslandsliðið vann 2-1 á Kekkia við málum frá Hanusi Sørensen og Martini Agnarsson á Tórsvølli sunnudagin.

Kekkar hava mangan verið okkum strævnir, men hesa ferð máttu teir nakkalangir av vøllinum. Føroysku spælararnir kundu hinvegin fegnast saman við fjøldini um eitt hitt størsta úrslitið hjá landsliðnum yvirhøvur.

Eyðun Klakstein helt sjálvur, at 4-0 sigurin á Montenegro hóskvøldið kanska lá í topp-fimm. Hesin má sostatt liggja í topp-trý - undir Eysturríki, gamaní, men undir liðini á sigrunum á Grikkalandi mitt í tíggjunum og frammanfyri sigurin á Turkalandi.

Stigametið, sum var níggju stig, varð knúst. Nú hava Føroyar 12 stig, og undan síðsta umfari í Kroatia, ber framvegis til hjá Føroyum at spæla seg til HM. Talan er um satt bragd, sum er framt av Eyðuni Klakstein og Atla Gregersen, sum hava snarað gongdini 180 stig upp á knapt ár.

 


Hanus Sørensen skeyt tvey mál ímóti Montenegro. Miðvallarin legði eitt afturat í søguliga sigrinum á Kekkia á Tórsvølli. (Mynd: Bjarni Árting Ruberksen)

 

Hildu stílin frá hóskvøldinum

Føroyingarnir hildu fram, har teir sleptu ímóti Montenegro, og trýstu kekkar langt frammi á vøllinum. Í langum løtum eydnaðist at halda bóltin á føroyskum fótum, uttan at teir á útiliðnum komu nóg nær til takklingina.

Serliga í høgru síðu eydnaðist at sleppa afturum mótstøðuverjuna, og tvær ella tríggjar ferðir var um reppið, at Føroyar fekk skot á inni í brotsteiginum. 

Avgerandi kjansin høvdu føroyingar kortini ilt við at spæla seg til, men tað hevði tannleysa útiliðið eisini. Ikki fyrrenn í 42. minutti komu teir til veruliga málroynd, men leysi maðurin rakti ikki bóltin nóg væl. 

Beint fyri steðgin rann Václav Jemelka seg leysan aftanfyri Jóannes Kalsø Danielsen, men skeyt frálíka bóltin frá Vaclav Cerny langt uppum.

 

Ævintýrið byrjar

Kekkia legði meir fyri løtuna eftir steðgin, og kom til einstakar royndir ímóti málinum. Stormurin legði seg kortini skjótt, og føroyska liðið fekk roynt seg við skjótum mótálopum.

Eitt av hesum endaði við, at Árni Frederiksberg setti fulla ferð á, setti tveir kekkar av og skeyt ímóti nærru stong, har málverjin kortini bjargaði.

Løtu seinni hevði Matej Kovar kortini ongan kjans. Føroyingarnir vunnu bóltin á egnum brotsteigarmarki, og Árni Frederiksberg fór avstað við bóltinum. Innskifti Jákup Biskopstø Andreasen tók longu renningina vinstru megin, og KÍ-liðfelagin fann hann meistarliga. Eins meistarlig var flata sendingin eftir brotsteigarmarkinum, har Hanus Sørensen hevði runni seg leysan og setti innaru síðuna á bóltin, sum snýkti seg inn við handaru stong.

Føroyar á odda ímóti Kekkia, og ævintýrið var mestsum ov gott til at vera satt. 

 


Árni Frederiksberg roynir seg við skoti ímóti kekkiska málinum tíðliga í einum seinna hálvleiki, sum fer at liva leingi í føroysku fótbóltstilvitskuni. (Mynd: Bjarni Rubeksen)

 

Martin aftur avgerandi

Tað vísti seg eisini, tá 12 minuttir vóru eftir. Kekkar trýstu føroyska liðið í botn, og tað gav úrslit, tá Adam Karabec fekk fótin á ein leysan bólt inni í sjálvum málteiginum.

Tey flestu mundu nú óttast, at alt fór at gleppa føroyingum av hondum síðstu minuttirnar, men ikki Meinhard Olsen. Innskiftið framherjin var vakin, tá ein eitt sindur tilvildarligur bóltur kom innum kekkisku verjuna.

Einsamallur frammanfyri kekkiska málverjanum legði hann bóltin einmetur til vinstru, har Martin Agnarsson setti fótin á, og so vóru føroyingarnir aftur í dreymalandi.

Har vóru teir verandi, hóast tað leikaði sera hart á síðstu løtuna. Dómarin blásti av, Føroyar komu upp á 12 stig, og tá føroyingarnir fara á vøllin í Kroatia í november, livir HM-dreymurin framvegis.

Sanniliga eitt fótbóltsævintýr.

 

Tórsvøllur (HM-undankapping, 7. umfar)

Føroyar - Kekkia, 2-1 (0-0)

1-0 Hanus Sørensen, 67 min.
1-1 Adam Karabec, 78 min.
2-1 Martin Agnarsson, 81 min.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862