Formansskapurin á vitjan í Kanada

Formansskapurin á vitjan í Kanada
Formansskapurin í løgtinginum var bæði í House of Commons og í senatinum
Her eru tey fýra í formansskapinum avmyndað saman við formanninum í kanadiska u ndirhúsinum,
Mynd: Løgtingið  
 
14.10.2025 - 08:24

Formansskapurin hjá løgtinginum var í Ottawa í Kanada í síðstu viku.

Formansskapurin var í kanadisku tingunum, bæði í House of Commons og í senatinum.

Hann var eisini í Hægstarætti, har greitt var frá millum annað støðuni hjá Quebec eftir fólkaatkvøðuna í 1995. 

Og tey vóru í stjórnarskrivstovuni hjá Quebec, har greitt var frá politisku søguni hjá Quebec.

Formansskapurin vitjaði haraftrat Elections Canada.Tað er myndugleikin, sum skipar fyri valunum til tjóðar- og landspartatingini.

 

Trygdar- og verjupolitikkur

Formansskapurin hevði fund við David Perry, ein av fremstu serfrøðingunum í kanadiskum trygdar- og verjupolitikki.

Tey hittu Kasper Ladegaard, trygdarattaché hjá Danmark í Kanada, sum greiddi frá trygdar- og verjupolitikki í norðurhøvum.

Og formansskapurin hitti umboð fyri kanadisku skattamyndugleikarnar, fiskivinnumyndugleikarnar og Conference Board of Canada, sum er millum fremstu tankasmiðjunum við serkunnleika í kanadiskum búskapi og heilsupolitikki. 

Tey hittu eisini danska sendiharran í Kanada, Nikolaj Harris.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098