Kendi svimjarin Pál Joensen vann 2,2 mió. kr. í Gekkinum

Kendi svimjarin Pál Joensen vann 2,2 mió. kr. í Gekkinum
Kendi svimjarin Pál Joensen úr Vági, sum hevur vunnið Føroyum fleiri gull í altjóða svimjikappingum, vann í kvøld sær sjálvum og familjuni 2,2 mió. kr. í Gekkinum
Pál Joensen hevur vunnið Føroyum fleiri gull í altjóða svimjikappingum. Í kvøld vann hann 2,2 mió. kr. í Gekkinum
Mynd: Eftirgjørd mynd  
 
17.10.2025 - 20:22

Petrina var aftur í kvøld í gávuhýri, tí enn einaferð streyk ein glaður gekkavinnari við stóra vinninginum á hennara vakt. 

2,2 milliónir krónur vóru at vinna, og tað var kendi svimjarin Pál Joensen, ið mangan hevur vunnið Føroyum gull í altjóða svimjikappingum, ið slapp ígjøgnum at snara hjólinum. 

Eins og hann mangan hevur gjørt í svimjingini, so satsaði Pál alt uppá, at hann fór at vinna. Hann lat alla upphæddina, 2,2 milliónir kronur, liggja í gula leypinum. 

Og í øðrum snarinum lukkaðist hjá Páli at raka gula leypin og tær 2,2 milliónir skattafríu krónurnar. 

Spurdur um tað ordiliga var gingið upp fyri honum, at hann hevði vunnið, svaraði Pál, at tað var tað ikki ordiliga. 

"Men konan sær glað út," svaraði fegni vinnarin. 

Hjartaliga tillukku, Pál. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672