Kredittmetingin hjá Frakland lækkar

Kredittmetingin hjá Frakland lækkar
Kredittmetingarstovnurin S&P minkar metingina hjá Fraklandi úr AA niður í A+, og vísur á vandan fyri, at stjórinin ikki er før fyri at minka hallið á fíggjarlógini
 
18.10.2025 - 11:39

S&P sigur í fráboðan, at hóast fíggjarlógaruppskotið er lagt fram í hesi vikuni, er vandi framvegis á ferð.

Franski forsetin Emmanuel Macron roynir at fremja stórar skerjingar í almennu útreiðslunum, men flokkurin hjá honum og stuðulsflokkarnir hava ikki meiriluta í tjóðartinginum. Forsætisráðharrin Sébastien Lecornu slakaði í hesi vikuni í spurninginum um umstríddu pensjónsnýskipanina, sum hevði hækkað almenna pensjónsaldurin úr 62 upp í 64 ár.

- Hóast vit meta, at samlaða fíggjarlógarmálið við 5,4 prosentum í halli verður rokkið, meta vit, at uttan týðandi tiltøk at minka hallið, fer tað at taka longri tíð at styrkja fíggjarlógina enn áður hildið, sigur S&P.

Roland Lescure, fíggjarmálaráðharri, svarar fráboðanini hjá S&P við at binda seg til 5,4 prosent markið, og sigur, at stjórnin og tjóðartingið nú hava felags ábyrgd av at tryggja eina fíggjarætlan sum samsvarar við málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493
Mánadag 8. juni
Veðrið
209433
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359