Ger ikki meira við málið fyribils

Ger ikki meira við málið fyribils
Landsstýrismaðurin má loysa trupulleikan í Fiskimálaráðnum fyrst, sigur Jacob Vestergaard, løgtingsmaður
Jacob Vestergaard, løgtingsmaður og fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.10.2025 - 13:12

- Talan er eftir øllum at døma um ein innanhýsis trupulleika í Fiskimálaráðnum. Og tann trupulleikan má landsstýrismaðurin loysa fyrst.

Tað sígur Jacob Vestergaard, løgtingsmaður og fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum fyribils ikki ger meira við málið um ICES-tilmælið, ið ikki vann vegin fram til landsstýrið.

Skjalainnlit hjá Kringvarpinum vísir, at Elin Mortensen 19. september fekk boðini frá ICES um ógvusliga niðurskurðin í makrel- og svartkjaftafiskiskapinum næsta ár. Men aðalstjórin kunnaði ikki landsstýrismannin, Jóhan Christiansen.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

21102025_Jacob_um_Johan

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334