Elin á Rógvi fingið barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 

Elin á Rógvi fingið barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 
Fyri bókina "Fornt", so hevur Elin á Rógvi fingið barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.10.2025 - 17:00

Í sínari grundgeving, fyri at lata Elin á Rógvi barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri "Fornt", skrivar dómsnevndin:

"Fornt" er ein livandi nútíðarlýsing av barnalívinum. Ein spenningssøga, sum gongur fyri seg í veruleikanum og í tykisheiminum, og karmurin er telduspælið við sama navni, "Fornt".

Heitið sipar til fornu sagnirnar, men speglar eisini navnið á telduspæli, sum nógv í Føroyum kenna. "Fornt" dregur og lokkar, eins og nykurin gjørdi fyrr. Sagnirnar gerast livandi, har børnini varnast ella jagstra.

 

 

Trupulleikin við skíggjum, ið eru stóra marran hjá foreldrum, verður væl lýstur. Høvundurin setir seg í støðuna hjá børnunum og teimum ungu, og samstundis fáa foreldrini eitt innlit, sum gevur teimum møguleika at skilja hesa ókendu verðina.

Við sagnverum í nútímans telduspæli byggir "Fornt" brúgv ímillum fortíð og nútíð. Kanska brúgvin fer at røkka inn í framtíðina, nú telduspælið er á føroyskum og gongur fyri seg í Føroyum.

Høvundurin leggur upp til at brúka føroyska umhvørvið og at samskifta á føroyskum.

"Fornt" er væl skrivað, og Elin megnar við einum livandi máli at byggja upp ein spenning, sum heldur fast í lesaran – til síðsta punktum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290