Tjóðsavnið fær goymslu innan Glyvur

Tjóðsavnið fær goymslu innan Glyvur
Landsverk og Sjóvar kommuna hava skrivað undir treytað skeyti um, at landið keypir lendi til varðveitingarmiðstøð hjá Tjóðsavninum
Tjóðsavnið í Hoyvík. Nú er ætlanin, at Tjóðsavnið skal fáa varðveitingarmiðstøð innan Glyvur.
 
07.11.2025 - 08:18

Tjóðsavnið fær goymslu innan Glyvur. 

Landsverk og Sjóvar kommuna hava skrivað undir treytað skeyti um, at landið keypir 8.000 fermetrar við forkeypsrætti til aðrar 3.000 fermetrar í Sjóvar kommunu til tað, sum verður kallað varðveitingarmiðstøð hjá Tjóðsavninum. 

Treytin er, at Umhvørvisstovan gevur loyvi til at frábýta økið.

Varðveitingarmiðstøðin skal fyrst og fremst hýsa goymslum hjá Tjóðsavninum.

 

Frá vinstru: Bjarni Seyer Heinesen, byggifrøðingur á Landsverki, Marjun Thomassen, stjóri á Landsverki, Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum,  Hans Anders Jacobsen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, og Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, sum vóru innan Glyvur og hugdu at grundøkinum, har varðveitingarmiðstøðin hjá Tjóðsavninum verður bygd.

 

Møguleiki at víðka virksemið

Men rúm verður eisini fyri at víðka virksemið til at hýsa øðrum goymslum, eitt nú listagoymsluni hjá Listasavninum.

Í varðveitingarmiðstøðini hjá Tjóðsavninum innan Glyvur vera grundgoymslur, fornfrøðiligar goymslur, náttúrufrøðiligar goymslur og ymsar smærri sergoymslur, eitt nú til myndir og klæði. 

Har vera eisini móttøkurúm, sóttarhaldsrúm, verkstovurúm, kølirúm, frystirúm, hitarúm og vátrúm.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286