Kinna Poulsen fingið Heiðursgávu landsins 2025

Kinna Poulsen fingið Heiðursgávu landsins 2025
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, hevur latið Kinnu Poulsen, ummælara og listamiðlara, Heiðursgávu landsins 2025.
Kinna Poulsen fekk Heiðursgávu landsins 2025
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.11.2025 - 20:20

Listamiðlarin og -ummælarin, Kinna Poulsen, hevur fingið handað Heiðursgávu landsins 2025 av eiriki í Jákupsstovu, landsstýrismanni. 

Heiðursgáva landsins er 75.000 kr., og hon verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.

Í grundgevingini stendur:

»Sum ummælari og listamiðlari hevur Kinna Poulsen í meiraenn 30 ár givið fólki innlit í og vitan um føroyska myndlist. Við greinum í fjølmiðlum og á egnum listabloggi hevur Kinna verið ein týðandi rødd hjá føroysku myndlistini – ikki bert í Føroyum, men eisini uttanlands.

Ein stóran part av tíðini hevur hon so at siga staðið einsamøll sum ummælari av føroyskari samtíðarlist, og tað hevur kravt fakliga vitan, støðufesti og dirvi.
Hon hevur kuraterað listaframsýningar í Føroyum og uttanlands, eitt nú í Keypmannahavn, París og New York. Gjøgnum árini hevur hon skrivað og verið við í fleiri enn 40 bókaútgávum um list.

Í 2024 fekk Kinna Poulsen danska heiðurin Årets kunstkritiker 2024.

Nýggjasta útgávan hjá Kinnu Poulsen, Í eygnahædd, er bók um samtíðarlist í Føroyum í 21. øld. Bókin er ein týðandi eygleiðing av samtíðarlist í Føroyum sett í ein samfelagsligan og listasøguligan samanhang. Fyri bókina fekk hon virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir í 2025. 

Kinna Poulsen er útbúgvin cand.mag. í donskum og listasøgu og hevur í nógv ár starvast sum miðnámsskúlalærari í myndlist.

Fyri sítt áhaldandi arbeiði sum ummælari og miðlari av føroyskari myndlist verður Heiðursgáva landsins latin Kinnu Poulsen.«

 

Kvøða til Kinnu

Tað var listakvinnan Hansina Iversen, ið bar fram eina kvøðu til Kinnu Poulsen. 

20251121_MV25_HANSINA_IVERSEN_KVODA

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858