KVF hevur framvegis gott tak í føroyingum

Um KVFTíðindi
KVF hevur framvegis gott tak í føroyingum
Nýggjastu brúkarakanningarnar vísa, at KVF hevur nógvar hyggjarar og lurtarar
Kringvarpið hevur kannað hyggjara- og lurtaratøl fyri allar sendingar á skránni í eitt tíðarskeið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25-11-2025

Brúkarakanningar gjørdar fyri mánadag til sunnudag í ávikavist februar/mars og oktober/november, t.e. tvær heilar vikur, vísa, at sendingarnar hjá Kringvarpinum framvegis eru væl umtóktar. 500 svargevar eru spurdir fyri hvønn av teimum ymsu døgunum, hvørjum teir hava lurtað eftir og hugt at dagin fyri.

Tølini fyri einstøku sendingarnar eru góð. Útvarpstíðindini kl. 12.20 og kl. 18 hava áhaldandi høg lurtaratøl og liggja nokk so javnt millum 45 og 50%. Eisini Breddin er væl lýddur, eitt nú lurtaðu 28% eftir aktualitetssendingini fríggjadagin 21. november.


Tað eru tó ikki bara tíðindi og aktualitetur, sum upptaka uppmerksemið hjá føroyingum. Heili 50% lurtaðu eftir Góðan morgun Føroyar mikudagin 12. november, endursendingin íroknað. Lurtaratølini fyri Góðan morgun Føroyar hava verið høg í nógv ár, so sendingin má sigast at hava ein trúfastan lurtaraskara.

Sendingar, har vertirnir samskifta við lurtararnar, eitt nú við sms-boðum, kunnu vit enn einaferð staðfesta góð tøl fyri. Her kunnu vit nevna Skratsj, Vikuskiftið og Tit skriva, vit spæla, sum allar hava lurtaratøl, ið tátta í 30%.

“Sum almennur miðil hava vit m.a. ábyrgd fyri at savna og upplýsa. Tað gleðir okkum, at føroyingar framvegis velja public service-tilboðið, hóast miðlavanarnir eru broyttir nógv seinastu árini”, sigur kringvarpsstjórin, Magnus Dam.


Dagur og vika og ítróttur eru mest sæddu sendingarnar

Eisini sjónvarpið hjá Kringvarpinum er høgt í metum hjá føroyingum. Týskvøldið 11. februar hugdu 58,54% at Degi og viku – endursendingin íroknað – og mánakvøldið 13. oktober hugdu 62,6% at Degi og viku við 3-2.

Hetta samsvarar eisini væl við, at ávikavist 40% og 60% av teimum spurdu í einari kanning í vár søgdu, at ávikavist sjónvarpið og útvarpið hjá Kringvarpinum eru høvuðskeldurnar til tey tíðindi, tey fáa í gerandisdegnum”, sigur Magnus Dam.

Harafturat kann nevnast, at Kringvarpið eisini hevur rímiliga væl fatur í børnunum. Í miðal brúka umleið 30% VIT-appina dagliga, meðan tølini fyri barnaløtuna í sjónvarpinum liggja millum 20 og 30%. Í kanningunum verða bert tey við heimabúgvandi børnum í aldrinum 2-13 ár spurd um barnatilfarið.

Hondbóltsdysturin hjá kvinnum móti Montenegro leygardagin 18. oktober dró 40% av svargevunum til skíggjan. Hyggjaratølini fyri ítrótt eru sum heild góð; Dagur og vika við 3-2 mánakvøld hevur sum oftast eitt vet fleiri hyggjarar enn hinir dagarnir.


Tað er spyr.fo, sum hevur gjørt kanningarnar, sum public service-sáttmálin áleggur Kringvarpinum at gera við jøvnum millumbilum fyri at halda eyga við, hvussu gongdin er við nøgdsemininum, álitinum og nýtsluni hjá brúkarunum.

So kunnu vit spyrja, hvat vit skulu brúka slíkar kanningar til. Vit eru ein public service-miðil, og vit hava skyldu at senda og vísa eitt breitt úrval av sendingum – eisini slíkar, ið hava ein smalan málbólk, og tí kanska ikki hava so nógvar lurtarar og hyggjarar, tá ið kanningar sum hesar verða gjørdar. Hinvegin er tað eisini týdningarmikil vitan, hvussu høg tølini eru fyri sendingar, sum í útgangsstøðinum eru smalar. Og yvirskipað kunnu vit brúka tølini, tá ið vit skulu leggja skránna og plasera sendingarnar í ymisku slottini, sigur stjórin.

Kanningar sum hesar vísa, hvussu hyggjarin og lurtarin brúka Kringvarpið, og í ávísan mun hvat tey halda um Kringvarpið. Hvussu flyta tey seg millum ymsu pallarnar, ið eru at velja ímillum? Nær lurta og hyggja tey eftir Kringvarpinum, og nær brúka tey poddvørp, og nær og í hvussu stóran mun brúka tey Netflix, DR og TV2? Miðað verður eftir at gera slíkar kanningar umleið tvær ferðir um árið.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. mars
RagnarRokk 12.mars 2026
204780
Hósdag 12. mars
Andglettur
205530
Hósdag 12. mars
Fyrsta val 12. mars 2026
205529
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459

Um kvf css