Yvirtaka 70 prosent av partapeninginum í KBI

Yvirtaka 70 prosent av partapeninginum í KBI
Kappingareftirlitið sigur, at yvirtøkan forðar ikki fyri kapping
 
26.11.2025 - 08:35

Kappingareftirlitið hevur góðkent, at smápartafelagið 01.09.2019 yvirtekur 70 prosent av partapeninginum í einum øðrum smápartafelagi, KBI.

01.09.2019 er stovnað við tí endamáli at eiga 70 prosent av partapeninginum í KBI. 

Smápartafeløgini B&E Invest, Finna og REX 20, sum saman eiga allan partapeningin í J.F. Kjølbro heilsølu og Kjøli, eiga smápartafelagið 01.09.2019.

KBI eigur smápartafeløgini Pólar og Solberg.

Kappingareftirlitið sigur, at yvirtøkan forðar ikki fyri kapping.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290