Bara Sambandsflokkurin vil hækka blokkin

Bara Sambandsflokkurin vil hækka blokkin
Peningurin skal brúkast til at hækka barnafrádráttin 4.000 kr., sigur flokkurin
Sambandsflokkurin ætlar at brúka peningin til at hækka barnafrádráttin 4.000 kr. Tað verður mett at kosta 52 milliónir kr.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.12.2025 - 08:41

Sambandsflokkurin er einsamallur um uppskot sítt um at hækka blokkin.

Tað sæst, nú álit er komið úr fíggjarnevndini.

Bara nevndarlimurin hjá Sambandsflokkinum tekur undir við uppskotinum.

Sambandsflokkurin vil ikki taka 25 mió. kr. í ár og næsta ár av blokkinum.

Flokkurin hevur uppskot til samtyktar um, at heildarveitingin verður tann sama frá og við 2025, sum hon var í 2024.

 

50 milliónir meira til vælferð

Um lækkingin í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026 eisini verður strikað, hava vit 50 mió. kr. meira til vælferð, sigur Sambandsflokkurin. 

Pengarnir skulu brúkast til at fíggja eitt annað uppskot hjá flokkinum.

Flokkurin vil hækka barnafrádráttin. Hann skal hækka 4.000 kr.

Tað kostar landskassanum 52 mió. kr. í landsskatti, sigur Sambandsflokkurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523