Skip og útróðrarbátar hava brúkiligan fiskiskap

Skip og útróðrarbátar hava brúkiligan fiskiskap
Átta frystilínuskip fiska við Føroyar og tvey við Ísland
Jákup B. er eitt av frystilínuskipunum. Tey royna undir Føroyum og við Ísland.
 
01.12.2025 - 11:04

Línuskipini, garnaskipini og útróðrarbátarnir hava brúkiligt fiskarí, skrivar Fiskamarknaðurin.

Átta frystilínuskip fiska við Føroyar og tvey við Ísland. 

Ísfiskalínuskipið skuldi fara út um vikuskiftið. 

Skipini fiska tosk, hýsu, longu og brosmu. Fiskaríið er brúkiligt bæði við Føroyar og Íslandi.

 

Fiskamarknaðurin væntar ikki nógvan útróður hesa vikuna. 

 

Óstøðugt útróðrarveður

Um útróður verður sagt, at streymurin verður ikki tann besti. Og veðrið verður óstøðugt nú í vikuni.

Fiskamarknaðurin væntar ikki nógvan útróður. Bátarnir hava annars brúkiligt fiskarí.

Tríggir djúpvatnstrolarar eru á Íslandsrygginum. Teir fiska tosk og eitt sindur av blálongu og svartkalva. 

Vantandi skuldi onkur fara út um vikuskiftið.

 

Tvey trolarapør til fiskiskap

Bara tvey pør eru úti. Fleiri fara út, tá veðrið batnar.  

Allir trolbátar eru inni. Eisini teir fara út, tá veðrið batnar.

Trý garnaskip fiska svartkalva og hava brúkiligt fiskarí. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129