Súsanna tók avgerðina í gjárkvøldið

Súsanna tók avgerðina í gjárkvøldið
Súsanna Bertholdsen tók við sum landsstýriskvinna í barna- og útbúgvingarmálum so seint sum í gjár, men nú er hon aftur løgtingskvinna
Súsanna Bertholdsen er nú farin aftur í løgtingið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.12.2025 - 11:17

Ein støða inni í Javnaðarflokkinum í gjárkvøldið gjørdi, at Súsanna Bertholdsen fór úr landsstýrissessinum, sum hon hevði tikið við bara fáar tímar frammanundan.

- Eg sá í gjárkvøldið, at stór sannlíkindi vóru fyri, at fosturtøkumálið fór at fella, sigur Súsanna Bertholdsen. 

Súsanna Bertholdsen tók við sum landsstýriskvinna í barna- og útbúgvingarmálum so seint sum í gjár. Frammanundan var hon landsstýriskvinna í heilsumálum.

Umskipanin av landsstýrinum, sum var sett í gildi í gjár, hevði við sær, at Djóni Nolsøe Joensen ikki skuldi halda fram sum landsstýrismaður. Hann fór tí formliga frá sum landsstýrismaður í gjár, og tók samstundis aftur sæti á løgtingi.

Súsanna Bertholdsen vil ikki svara, tá hon verður spurd, um tað er støðan hjá Djóna Nolsøe Joensen til fosturtøkumálið, ið er orsøk til hennara støðu.

- Tað mugu tit spyrja Djóna um, sigur Súsanna Bertholdsen.

Hoyr samrøðu við Súsonnu Bertholdsen:

 

Susanna_Bertholdsen_021225

 

Samrøða verður Aksel V. Johannesen, løgmann, í tíðindunum klokkan 12.20.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166