Minni avgjald á leyst snús

Minni avgjald á leyst snús
Einki verður sagt um, hvussu nógv avgjaldið lækkar, men broytingin hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri landið
Avgjaldshækkingin á Primasnúsi skal minka.
 
03.12.2025 - 10:55

Avgjaldshækkingin á Primasnúsi skal minka.

Tað er endamálið við lógaruppskoti, sum Ruth Vang, landsstýriskvinna, hevur lagt fyri løgtingið.

Tað hevur víst seg, at broytingin í avgaldinum hevur sera stóra ávirkan á leyst snús.

Fyri at kunna taka nakað av avgjaldshækkingini av hesum snúsinum uttan at ávirka annað snús, er neyðugt at nágreina vøruna, sigur Ruth Vang. 

Ikki verður sagt, hvussu nógv avgjaldið minkar.

Men tað stendur í uppskotinum, at uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri landið.

 

Býtt í tveir bólkar

Snús er býtt í tveir tollbólkar.

Annar er snús, har tubbakk er í.

Í hinum bólkinum er snús uttan tubbakk.

Nú verður nýggjur bólkur gjørdur fyri Primasnús.

Hann eitur leyst snús í pakkum, sum eru 100 gramm ella meira, og minst 45 prosent eru tubbakk. 

Hækkaði tollurin ella avgjaldið er framvegis galdandi frá degnum, boðað var frá hækkingini.

Tað var 30. september.

Lógaruppskotið um Primasnús er gjørt í samráði við TAKS, sigur Fíggjarmálaráðið.

Les uppskotið her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952