18 mál í tinginum í dag

18 mál í tinginum í dag
Fosturtøkumálið kemur til endaliga viðgerð
Skráin fyri tingfundin í dag er drúgv.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.12.2025 - 08:15

Dagsskráin fyri tingfundin í dag er millum tær drúgvu.

18 mál og framløga eru á skránni.

Og málini fevna vítt, frá tolli á Primasnúsi til fosturtøku og pengar til umsitingina hjá løgtinginum og H-bygningin.

Fimm triðju viðgerðir eru.

Millum annað skal fosturtøkumálið avgreiðast endaliga.

Níggju aðru viðgerðir og atkvøðugreiðslur eru, og so eru fýra fyrstu viðgerðir.

Tingfundurin er kl. 11.00. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520