Lakasti fyrri hálvleikur undir HM

bannari
Lakasti fyrri hálvleikur undir HM
Føroysku leikararnir tykjast hava mist eitt sindur av sínum mojo, tí tær hava verið væl og virðiliga næstbest í fyrra hálvleiki móti Íslandi. Men Føroyar eru enn við. 14-16
Jana Mittún og hinar hava havt tungt í fyrra hálvleiki
Mynd: Anze Malovrh / kolektiff  
 
06.12.2025 - 19:53

Ein løtu sá út til, at Ísland fór at stinga heilt av frá Føroyum í fyrra hálvleiki. 

Júst um Ísland skuldi leggja seg framum við sjey málum, so fingu Føroyar vent keðiligu gongdini. 

14-16 í hálvleikinum. 

 

Annika steðgaði bløðingi

Tað er serliga Anniku Fríheim Petersen í málinum fyri at takka, at Føroyar ikki eru aftanfyri við meira enn tveimum málum.

Enn einaferð kom hon inn í málið og steðgaði føroysku bløðingini við nøkrum frálíkum bjargingum. 

Tað skerst tó ikki burtur, at føroyska verjan hevur sæð nakað tung út, meðan í álopinum spøkja gomlu trøllini - brendu kjansirnir frá vengrunum.

Serliga Lív Poulsen hevur havt tað trupult móti besta íslendska leikaranum, ið tíverri stendur í málinum, risin Hafdis Renötudottir. 

Hinvegin hevur Rannvá Olsen á hinum vonginum skorað upp á báðar sínari møguleikar. 


Mynd: Anze Malovrh / kolektiff

 

Sterkari í seinna hálvleiki

Tað er lítið at siga til, at neyvleikin í álopinum og orkan í verjuspælinum ikki er hin sama, tí tað er eyðsæð, at møðin byrjar at síggjast á føroysku leikarunum. 

Tær hava spælt seks harðar dystir í eitt rættiliga stutt tíðarskeið, og vunnið sær fimm stig. 

Møðin er ikki bara kropslig, men nokk eisini mental. 

Gleðiligt er tað, at Maria H. Weyhe er komin inn og hevur skorað upp á tvey brotskøst. 

Og Jana Mittún, hon gongur enn einaferð á odda við fimm málum. 

Higartil í HM-endaspælinum hava føroysku kvinnurnar verið stinnari í seinna hálvleiki enn í tí fyrra. Tí er vón fyri, at Føroyar fara at koma út til seinna hálvleik við øðrvísi orku. 

Hagtøl frá dystinum síggjast HER. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096