- Tíðindi, mentan og ítróttur

Lær føroyska hópin at kenna
Málverji
Aldur: 26
Hædd: 1.79
Felag: EH Aalborg (DEN)
Landsdystir og mál: 27
Málverjin er uppvaksin í H71, áðrenn hon fór til Haukar í Íslandi í 2021. Eitt ár seinni gekk leiðin til Nykøbing Falster í bestu donsku deildini, har hon hevði ilt við at koma á liðið. Hon skifti til Follo í Norra í 2023, áðrenn EH Aalborg vildi hava hana aftur til Danmark. Átti í september, men náddi at koma í HM-hópin.
Bakkur
Aldur: 22
Hædd: 1.73
Felag: Ajax Keypmannahavn (DEN)
Landsdystir og mál: 26 (26)
Enn ein spælari úr talentfabrikkini í Hoyvík sum nú umboðar Ajax Keypmannahavn í næstbestu donsku deildini. 22 ára gamli bakkurin er stinn í verjuspælinum, har hon fær mestu minuttirnar á landsliðnum, men verður brúkt á høgra bakki í álopinum viðhvørt.
Bakkur
Aldur: 27
Hædd: 1.76
Felag: BK Ydun (DEN)
Landsdystir og mál: 22 (76)
Barnsburður gjørdi, at fyrrverandi kyndilsbakkurin Marianna Geirsdóttir Eystberg hevði steðg frá hondbólti, men nú spælir hon aftur fyri fult í danska 1. deildarfelagnum BK Ydun. Tað hevur givið henni kjansin í føroyska HM-hópinum.
Strika
Aldur: 23
Hædd: 1.73
Felag: Ajax København (DEN)
Landsdystir og mál: 11 (4)
Vár slapp ikki við til EM saman við tvíburðasystrini seinast, men hevur spælt seg í HM-hópin afturfyri. Umboðar eins og Lív B. Zachariasen Ajax København í næstbestu donsku deildini.
Bakkur
Aldur: 24
Hædd: 1.77
Felag: HØJ Ølstykke (DEN)
Landsdystir og mál: 22 (20)
Marita Mortensen er einasti bakkurin í føroyska hópinum, sum hevur skot úti frá sum sítt fremsta álopsvápn. Upprunaliga úr H71, men spælir nú í bestu donsku deildini við HØJ, og er gott alternativ til gjøgnumbrotssterku bakspælararnir.
Strika
Aldur: 32
Hædd: 1.69
Felag: Kyndil (FAR)
Landsdystir og mál: 46 (40)
32 ára gamli strikuspælarin úr Kyndli er aldursforseti á føroyska liðnum, og telist eisini millum tær við flest landsdystum. Hevur spælt stóran part av sínum hondbóltslívi á strikuni hjá Kyndli, men hevur eisini roynt seg í Aalborg HK og Vendsyssel í Danmark. HM verður seinasta endaspælið hjá henni.
Vinstri vongur
Aldur: 22
Hædd: 1.67
Felag: Ejstrup/Hærvejen (DEN)
Landsdystir og mál: 22 (34)
Spælarin úr Olsen-familjuni í Vestmanna hevur spælt í VÍF fyri tað mesta. Er vongur, men hevur eisini roynt seg í bakketuni. Fylgdi pápa sínum, Inga Olsen, til H71 í 2021/22, men eftir meistaraár og spennandi evropeiskt ævintýr, fór hon aftur til VÍF. Umboðar nú danska felagið Ejstrup/Hærvejen.
Bakkur
Aldur: 25
Hædd: 1.67
Felag: Skanderborg Håndbold (DEN)
Landsdystir og mál: 39 (90)
Er uppvaksin í Kyndli, men síðstu árini hevur hon roynt seg í Danmark. Fyrst í Aalborg, og síðan í Ajax København. Tá høvuðsstaðarfelagið flutti niður, skifti bakspælarin til Skanderborg Håndbold. Hevur eyðsýndar dygdir í gjøgnumbrotsspælinum, og tykist vera komin yvir fótliðsskaðan, sum hevur darva í nærum eitt ár.
Málverji
Aldur: 18
Hædd: 1.76
Felag: Kyndil (FAR)
Landsdystir og mál: 2 (0)
Yngsti spælarin í føroyska hópinum. Málverjin, sum vanliga stendur millum stengurnar hjá Kyndli, gjørdi vart við seg til U19-landsliðnum til EM-endaspælið í summar, og trokaði seg upp í hópin, har hon ivaleyst er at rokna sum triðja val.
Bakkur
Aldur> 23
Hædd: 1.77
Felag: Ajax Keypmannahavn (DEN)
Landsdystir og mál: 18 (9)
Bakkurin úr Hoyvík spælir mest í verjuni, har hon saman við tvíburðasystur síni, Vár, stóð sum ein múrur í H71 í nøkur ár. Spælir nú í Ajax København, og fær størri leiklut á føroyska liðnum, sum setir nýggja verju saman, nú ongin Brynja Høj er við longur.
Strika
Aldur: 28
Hædd: 1.85
Felag: Storhamar (NOR)
Landsdystir og mál: 50 (103)
Liðskiparin á strikuni hevur búð og spælt hondbólt í Danmark alt sítt lív, men føroysku røturnar gjørdu, at hon fekk sín fyrsta dyst fyri Føroyar í 2016, og síðan hevur hon verið føst fús í hvítum. Hevur umboða Vendsyssel, Randers og København Håndbold, men er nú í norska felagnum Storhamar, har hon m.a. spælir Champions League-hondbólt.
Bakkur
Aldur: 21
Hædd: 1.76
Felag: HH Elite (DEN)
Landsdystir og mál: 22 (57)
Ein av nýggju týpunum á føroyska landsliðnum. Bakspælarin hevur gott eyga fyri spælinum, kann bróta ígjøgnum sjálv og skjýtur eisini útifrá viðhvørt. Stýrdi neistaálopinum áðrenn hon fór til HH Elite í Danmark, har hon hevur tikið seg nógv fram síðstu árini.
Høgri vongur
Aldur: 23
Hædd: 1,73
Felag: VÍF (FAR)
Landsdystir og mál: 35 (70)
Høgri vongurin hevur fingið hondbóltin inn við móðurmjólkini í VÍF, men fór niður til Herning-Ikast sum blaðung. Spældi seinni í Ajax København, TMS Ringsted, EH Aalborg, men kom heim til VÍF at hvessa sær HM-formin.
Høgri vongur
Aldur: 20
Hædd: 1.68
Felag: H71 (FAR)
Landsdystir og mál: 8 (10)
Yngra Egholm-systurin taldist millum áskoðararnar, tá Føroyar royndi seg í EM fyri einum ári síðan. Hevur síðan trokað seg inn á vinstra vong við góðum avrikum í H71.
Vinstri vongur
Aldur: 20
Hædd: 1,66
Felag: H71 (FAR)
Landsdystir og mál: 14 (38)
20 ára gamli vinstri vongurin telist millum yngstu spælararnar í lutfalsliga unga føroyska hópinum. Hevur higartil bert umboðað H71, har hon ígjøgnum ungdómsárini eisini hevur spælt sum spælskipari.
Bakkur
Aldur: 25
Hædd: 1,78
Felag: H71 (FAR)
Landsdystir og mál: 25 (57)
Spælskiparin hjá H71 taldist í nógv ár millum bestu spælararnar í føroysku deildini, men gavst eitt skifti, tá hon fór niður í lestrarørindum. Hevur síðan tikið hondbóltin uppaftur, men tað tók tíð at spæla seg innaftur á landsliðið. Er ein klassiskur spælskipari, sum m.a. kann fáa ein leiklut í sjey ímóti seks-álopsspælinum.
Bakkur
Aldur: 21
Hædd: 1,72
Felag: Viborg HK (DEN)
Landsdystir og mál: 29 (135)
Nummar 77 er stóra stjørnan og flaggberin fyri nýggja ættarliðið hjá føroysku hondbóltskvinnunum. Bakspælarin er kvik og gjøgnumbrotssterk og skal bera tyngstu byrðuna í føroyska álopinum. Er uppvaksin í H71, men skifti til Viborg HK í bestu donsku deildini, har hon telist millum stóru profilarnar.
Málverji
Aldur: 21
Hædd: 1,76
Felag: Ringkøbing Håndbold (DEN)
Landsdystir og mál: 29 (2)
Rakul Wardum spældi við Kyndli, áðrenn leiðin tíðliga gekk til Skanderborg í Danmark. Í 2022 fór málverjin víðari til Ajax København, sum flutti niður í næstbestu deildina. Rakul Wardum spælir í nú við Ringkøbing. Er í løtuni at rokna sum fyrsta val hjá Føroyum
Fleiri greinar
|
Hondbóltur Hóast lítið og einki hevur verið at hoyrt um tey, eiga tey sín leiklut í góða úrslitinum hjá hondbóltskvinnunum |
|
Hondbóltur Norra smurdi Montenegro av, meðan týskarar skúgvaðu Brasil til viks í HM-fjórðingsfinalunum í gjár. Í dag eru stórdystir millum Danmark og Frakland og Niðurlond og Ungarn |
|
Hondbóltur Hondbóltsviðmerkjarin hjá Kringvarpinum, Ingi Olsen, metir um spælaraavrikini hjá Føroyum í tapinum fyri Íslandi og gevur stjørnur frá einari til fimm |
|
Hondbóltur Hondbóltskvinnurnar hava dygdirnar til at vinna á Íslandi, sum tær vístu herfyri. Men í kvøld rann orkan undan, meðan kvinnurnar runnu aftaá |
|
Hondbóltur Føroyar fingu ikki skil upp á verjuspælið fyrsta korterið ímóti Íslandi, og tí varð eisini ov langt uppaftur á javnt, helt venjarin Claus Mogensen eftir 33-30 tapið í Dortmund |
|
Hondbóltur Súna Krossteig Hansen iðraði seg um, at tað ikki eydnaðist at seta punktum við sigri á Íslandi, men var somuleiðis errin av avrikinum hjá Føroyum til HM |
|
Hondbóltur Føroyar runnu aftaná Íslandi allan dystin, men hvørja ferð munurin minkaði, komu mistøkini og misnýttu kjansirnir aftur, og tí endaði tað við tapi ímóti grannunum |
|
Hondbóltur Føroysku leikararnir tykjast hava mist eitt sindur av sínum mojo, tí tær hava verið væl og virðiliga næstbest í fyrra hálvleiki móti Íslandi. Men Føroyar eru enn við. 14-16 |
|
Hondbóltur Seinasti dysturin til hetta HM-endaspælið hjá hondbóltskvinnunum er móti brøðratjóðini Íslandi. Her ber til at fylgja við í orðum og myndum |
|
Hondbóltur Bjarta O. Johansen fekk greið boð frá sjeikinum í apríl, tá hon nevndi fyri honum, at hon ætlaði at gevast at spæla hondbólt: - Tú tekur eitt ár afturat og HM við eisini
|
|
Hondbóltur Føroyar vunnu EM-undankappingardyst í oktober, Ísland vann venjingardyst í november og nú seta hondbóltskvinnurnar HM-punktum við enn eini grannauppgerð |
|
Hondbóltur Samandráttur: Jana Mittún vísti seg frá síni allarbestu síðu, tá hon skeyt 10 mál og legði upp til trý í 31-31 javnleikinum ímóti Serbia |
|
Hondbóltur Hondbóltsviðmerkjarin hjá Kringvarpinum, Ingi Olsen, metir um spælaraavrikini hjá Føroyum í spennandi javnleikinum ímóti Serbia og gevur stjørnur frá einari til fimm |
|
Hondbóltur Jana Mittún gav Føroyum enn eitt stórt úrslit, tá hon javnaði ímóti Serbia í evstu løtu, men hon hevði blandaðar kenslur eftir dystin. - Eg haldi, vit skuldu vunnið |
|
Hondbóltur Føroyar høvdu gott tak á serbum, tá endin á dystinum nærkaðist, men máttu taka til takkar við javnleiki, sum merkir, at dreymurin um fjórðingsfinalu brast |
|
Hondbóltur Hondbóltskvinnurnar skulu kl. 14.30 seinnapartin royna at reisa seg oman á tapið fyri Týsklandi og sifta Serbia í HM-miðumfarinum. Her er beinleiðis frásøgn í orðum og myndum |
|
Hondbóltur Marita Mortensen fekk loksins spælitíð móti Týsklandi, har hon skoraði trý mál. Hon vónar, at hon eisini fær ein leiklut í dystinum móti Serbia |
|
Hondbóltur Føroyska liðið hugsavnar seg til ein harðan dyst móti Serbia, men Jana Mittún og hinar droyma enn um at náa eitt pláss í fjórðingsfinaluni |
|
Hondbóltur Jens á Skipagøtu, mentalvenjari hjá kvinnulandsliðnum, roknar við einum hørðum dysti móti Serbia í morgin, og tí handlar tað um at vera mentalt klárur til tær ymisku støðurnar |
|
Hondbóltur Tær týsku kvinnurnar høvdu fyrireika seg væl ímóti okkum, og tí verður neyðugt at leggja afturat og variera okkara álopsspæl, sigur Claus Mogensen, føroyskur landsliðsvenjari |
|
Hondbóltur Hondbóltsviðmerkjarin hjá Kringvarpinum, Ingi Olsen, metir um spælaraavrikini hjá Føroyum í stórtapinum fyri Týsklandi og gevur stjørnur frá einari til fimm |
|
Hondbóltur Týska verjan stóð somikið væl í dag, at ótryggleiki og himpr í løtum kom til sjóndar hjá føroysku bakspælarunum, helt venjarin Claus Mogensen eftir 36-26 ósigurin í Dortmund |
|
Hondbóltur Týska maskinan var tung og væl smurd, og lætta føroyska liðið megnaði ikki at standa ímóti ígjøgnum allan dystin, helt liðskiparin Pernille Brandenborg |
|
Hondbóltur Í spølni bað Ásbjørn N. Nattestad fólk stuðla sær við peningi, so hann kund sleppa til Týsklands at stuðla Føroyum, men fólk svaraðu kallinum, og nú er hann í Dortmund |
|
Hondbóltur Fyrsti dysturin hjá hondbóltskvinnunum í HM-millumumfarinum móti Týsklandi er størsti hondbóltslandsdysturin í søguni. Vit liveblogga frá dystinum her á heimasíðuni |
|
Hondbóltur Westfalenhalle við plássi fyri 15.000 fólkum verður karmur um fyrsta dystin hjá Føroyum í miðumfarinum, har Týskland tekur ímóti á heimavølli |
|
Hondbóltur Føroyski liðskiparin er í topp-10 á toppskjúttaralistanum, nú miðumfarið byrjar við stórdysti ímóti týsku vertunum í Westfalenhalle |
|
Hondbóltur Dysturin ímóti Paraguai var ikki meir enn vunnin, tá venjaratoymið fór í gongd við at hyggja nærri at Týsklandi. Sjálvt í bussinum varð leitað eftir týskum veikleikum |
|
Hondbóltur Fysioterapeuturin á føroyska kvinnulandsliðnum, Beinta Bendix Laursen, hevur sítt at síggja til í HM-endaspælinum. Stutt er millum dystirnar og tað gevur eymar vøddar og liðir |
|
Hondbóltur Í morgin bresta Føroyar saman við Týsklandi frammanfyri 15.000 áskoðarum í Dortmund. - Tað verður ein uppliving, vit helst aldri fara at gloyma, sigur Maria P. Nólsoy |
|
Hondbóltur Hondbóltsviðmerkjarin hjá Kringvarpinum, Ingi Olsen, metir um spælaraavrikini hjá Føroyum í trygga sigrinum á Paraguai og gevur stjørnur frá einari til fimm |
|
Hondbóltur Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe var ein av teimum, sum fekk kjansin og tók av, tá fyrsta ketan varð spard í sigrinum á Paraguai í dag. - Tað var ordiliga deiligt, segði hon |
|
Hondbóltur Lív S. Poulsen misnýtti allar sínar fýra kjansir ímóti Spania, men vent var í holuni í sigrinum á Paraguai. Serliga gjørdi hon vart við seg fyrstu løtuna við fýra málum |
|
Hondbóltur Tað er "sjúkt" at spæla seg í miðumfarið við tveimum stigum í sekkinum, helt roynda strikan, Bjarta O. Johansen, sum nú hevur spælt 50 landsdystir fyri Føroyar |
|
Hondbóltur Claus Mogensen fekk dystin hann ynskti sær ímóti Paraguai og kjansin at hvíla m.a. Janu Mittún og Pernille Brandenborg, meðan fleiri aðrar fingu virðismikla spælitíð |
|
Hondbóltur Í dystinum móti Spania var eiðasørt hjá Lív Poulsen. Lív hevur tikið annað skin um bak og hevur verið næstan Frøkun 100 prosent móti Paraguai. 16-13 til Føroyar í hálvleikinum |
|
Hondbóltur Føroyar skulu antin vinna ella fáa javnleik móti Paraguai, fyri at vera vísar í at sleppa til Dortmund at spæla millumspælið. "Confused you won't be after this article" |
|
Hondbóltur Martin Schuarmann velur føroyska landsliðið fram um Týskland, hóast hann er týskari |
|
Hondbóltur Spenningurin helt sær til síðstu sekundini, tá føroysku hondbóltskvinnurnar feldu Spania í Trier. Bjarnheðin í Hoyvík gjørdi hendan frálíka samandráttin av søguligu HM-løtuni |
|
Hondbóltur Føroysku hondbóltskvinnurnar skulu vinna ella spæla javnt, fyri at vera vísar í at koma víðari í HM-millumumfarið. Á Liveblogginum kanst tú eisini fylgja við dystinum |
|
Hondbóltur Elsa Egholm var væl nøgd við leiklutin, sum hon hevði í sigrinum á Spania við tveimum málum avgerandi løtuna og lovar, at tær "koma út sum svakar" ímóti Paraguai sunnudagin |
|
Geir Wardum trokar seg upp í poddvarpið hjá Sjúrði hesa ferð, og teir hyggja bæði aftur og fram. Eisini hoyra vit Janu Míttun, Lív Zachariasen, Rakul Wardum og Súnu K. Hansen |
|
Hondbóltur Tað var torført hjá Janu Mittún at sovna eftir stóra HM-sigurin á Spania í gjár: - Eg og Elsa sótu og hugdu at Vild med dans-finaluni út á náttina, sigur kviki bakspælarin |
|
Hondbóltur Føroyar kunnu spæla seg víðari við tveimum, einum og enntá ongum stigi, um aðrar treytir verða uppfyltar, men Mark Lausen-Marcher sigur, at kvinnurnar vilja vinna á Paraguai |
|
Hondbóltur Tað vóru ikki so nógv orðini, ið søgdu søguna um søguliga sigurin á Spania. Hinvegin vóru tað gleðistárini, ið trillaðu í Trier aftaná, ið søgdu alt |
|
Hondbóltur Hondbóltsviðmerkjarin hjá Kringvarpinum, Ingi Olsen, metir um spælaraavrikini hjá Føroyum í søguliga sigrinum á Spania og gevur stjørnur frá einari til fimm |
|
Hondbóltur Súna Krossteig Hansen var rørd eftir stóra sigurin á Spania í Trier. - Vit hava kempa leingi fyri at koma her til, og eg eri bara ræðuliga stolt av okkara avriki, segði hon |
|
Hondbóltur - Ger nú bara tað, sum tú veitst, at tú dugir. Hesin setningurin rungaði í høvdinum hjá Rakul Wardum, sum fann seg sjálva í seinna hálvleiki, og søktu sponsku skjúttarnar |
|
Hondbóltur Sigurjón Einarssin fekk pent boð um at spyrja á føroyskum, tá hann fekk orðið á Pernille Brandenborg eftir søguliga HM-sigurin á Spania í Trier, og byrjaði á donskum |
|
Hondbóltur Unga føroyska liðið stóð sum drangur í brimi, tá harðast leikaði á, meðan nógv royndaru spaniólarnir hoknaðu av nervunum til endans, helt føroyski venjarin Claus Mogensen |
|
Hondbóltur Rakul Wardum spældi ein seinna hálvleik, sum hon og føroyska tjóðin seint fara at gloyma, tá hondbóltskvinnurnar skrivaðu søgu við at vinna á Spania |
|
Hondbóltur Eitt sindur óvæntað er Annika F. Petersen ikki á dómaraseðlinum í kvøld. Gylta á Neystabø loysir av í málinum, meðan Maria H. Weyhe tekur plássið hjá Mariannu G. Eystberg |
|
Hondbóltur Her á heimasíðuni verður eisini beinleiðis frásøgn í orðum og myndum frá øðrum HM-dystinum hjá kvinnulandsliðnum í hondbólti móti Spania í kvøld. Frásøgnin byrjar seinnapartin |
|
Hondbóltur Eftir tapið fyri Montenegro mikukvøldið stendur Spania fyri skotum hjá føroysku hondbóltskvinnunum, sum aftur skulu dúva upp á ferðina ímóti tungum sponskum verjuspælarum |
|
Sjúrður H. Hoydal er aftur við HM-troki, sum hesa ferð fær vitjan av fyrrverandi landsliðsvenjaranum Andreasi F. Hansen; nú við sum errin pápi hjá Súnu Krossteig Hansen |
|
Hondbóltur Hóast tað ikki eydnaðist at fáa stig ímóti Montenegro, eydnaðist dystarætlanin somikið væl, at hon ikki verður broytt ímóti Spania, sum minnir um balkantjóðina |
|
Hondbóltur Føroyar spæla í annaðkvøld móti Spania. Jana Mittún er troytt av brendu málmøguleikunum og ætlar at stilla kanónina |
|
Hondbóltur Misnýttu kjansirnir fyltu nógv í umrøðuni av Montenegro-dystin, og í landsliðsleguni tosa tey sjálvandi eisini um hetta, men fokusið er longu snarað ímóti Spania-dystinum |
|
Hondbóltur Álopsspælið var gott, og leikararnir komu til málmøguleikar, men teirra sorg gjørdist ein kvinna, ið eitur Attingre og stóð á mál fyri Montenegro |
|
Hondbóltur Armelle Kelly Attingré í málinum hjá Montenegro bjargaði heili 17 av 38 skotroyndum, og tí komu Føroyar ongantíð ordiliga nær sterka mótstøðuliðnum í fyrsta HM-dystinum |
|
Hondbóltur Hondbóltsviðmerkjarin hjá Kringvarpinum, Ingi Olsen, metir um spælaraavrikini hjá Føroyum í tapinum fyri Montenegro og gevur stjørnur frá einari til fimm |
|
Hondbóltur Lív B. Zachariassen ásannaði, at montenegriska strikan Tatjana Brnovic var tung at dansa við, men helt, at tað eydnaðist nøkulunda at tálma henni í 32-27 tapinum í Trier |
|
Hondbóltur Hon var troytt av at tapa dystir og ørkymla av mongu stóru kjansunum, sum ikki fóru í mál, men Pernille Brandenborg helt eisini, at Føroyar spældu væl ímóti Montenegro |
|
Hondbóltur Føroyar misnýttu ov nógvar stórar kjansir aftur hesa ferð, men spældu seg samstundis til nógvar møguleikar í einum góðum dysti sum heild, helt venjarin Claus Mogensen |
|
Hondbóltur Annika Fríðheim Petersen kom inn tíðliga og stóð væl í føroyska málinum. Tað var fantastiskt at hjálpa til, segði málverjin, sum hóast tapið var errin av føroyska liðnum |
|
Hondbóltur Sum vanligt trýtur ikki við góðari upphiting til føroysku hondbóltsviðhaldsfólkini, sum fylgja Føroyum til endaspøl. Hesa ferð er tað HM í Trier, og lagið er gott sum altíð |
|
Hondbóltur Strikan Tatjana Brnovic, spælskiparin Matea Pletikosic og vinstri bakkurin Durdina Jaukovic skulu tálmast, um Føroyar skulu hava gott úrslit ímóti Montenegro í kvøld |
|
Hondbóltur Tað er í kvøld klokkan 19.30, at føroysku hondbóltskvinnurnar seta hol á HM-endaspælið, men longu klokkan 17 verður fyrsti dysturin í bólkinum, tá Spania og Paraguay spæla |
|
Hondbóltur Hondbóltskvinnurnar skulu royna at basa Montenegro í fyrst dystinum við HM-endaspælið í Hollandi og Týsklandi. Her kanst tú fylgja við dystinum í orðum, myndum og øðrum |
|
Hondbóltur Gyðja Djónadóttir og Sigrið Hansdóttir eru saman við floksfeløgunum í Trier. Fyri tær er túrurin inspiratión til ein størri hondbóltsdreym |
|
Hondbóltur Sjúrður Hildarson Hoydal er aftur við sínum poddum. Hesa ferð er tað ikki EM, men HM, og Pernille Brandenborg, Marianna Eystberg, Ingi Olsen og Rannvá Olsen troka seg fram at |
|
Sjúrður Hildarson Hoydal er aftur við sínum poddum. Hesa ferð er tað ikki EM, men HM, og Pernille Brandenborg, Marianna Eystberg, Ingi Olsen og Rannvá Olsen troka seg framat |
|
Hondbóltur Um Føroyar fær tálma spælskiparanum og strikuspælaranum hjá, ber til at fáa eitt gott úrslit ímóti Montenegro í fyrsta HM-dystinum í annaðkvøld |
|
Hondbóltur Gylta á Neystabø er yngsti spælarin í Føroyska landsliðshópinum, og tí eru ikki færri enn trý ættarlið av Neystabø-familjuni farin til Trier at stuðla hondbóltskvinnunum |
|
Hondbóltur Sólvá Eystberg og Geir Wardum eru bæði kend í hondbóltshøpi. Saman við ommu- og abbasoninum eru tey eru millum áskoðararnar til HM í Trier |
|
Hondbóltur Pernille Brandenborg er glað fyri at HM-bíðitíðin endiliga er av, og landsliðið er komið upp á pláss í Trier. Í morgin er Montenegro á skránni |
|
Hondbóltur Leygardagin spældu føroysku kvinnurnar upphitingardyst ímóti Íslandi, har niðurstøðan var greið. Føroyar misnýttu ov illa í 28-25 ósigrinum við Tjarnir |
|
Hondbóltur Evropeiska hondbóltssamgongan er eitt sindur raskari at skipa fyri og kunna enn altjóða samgongan IHF. Tað fortelur HSF-stjórin, sum kortini letur væl at í Trier |
|
Hondbóltur Marianna G. Eystberg hevur ikki spælt við fullari ferð síðstu árini, og var ikki við til EM-endaspælið í fjør, men hesa ferð hevur hon fingið kjansin, og hon gleðir seg |
|
Hondbóltur Føroysku hondbóltskvinnurnar misnýttu heldur nógv í 27-24 ósigrinum fyri Íslandi í HM-upphitingardystinum við Tjarnir |
|
Hondbóltur Føroysku hondbóltskvinnnurnar spíska sær vápnini undan HM-endaspælinum við venjingardysti ímóti Íslandi við Tjarnir í kvøld |
|
Hondbóltur Mánadagin møtti hondbóltslandsliðið við kvinnum við Tjarnir til fyrstu venjingina fram ímóti HM-endaspælinum, sum byrjar 26. november í Trier í Týsklandi |
|
Hondbóltur Marianna Geirsdóttir Eystberg er ein av teimum 18 spælarunum, sum er við í HM-hópinum hjá hondbóltslandsliðnum. Hon hevur ikki verið við í trý ár |
|
Hondbóltur Nýggju blusurnar hjá føroysku hondbóltslandsliðunum vóru vístar fram um vikuskiftið. Íblásturin kemur frá 40 ára gomlum búna og nýggjum hondbóltsmynstri |
|
Hondbóltur Um ein mánað fer føroyska hondbóltslandsliðið við kvinnum undir nýggja EM-undankapping, og í havsbrúnni hómast HM-endaspælið. Bruttohópurin vandi saman í Føroyum í farnu viku |
|
Hondbóltur Føroysku hondbóltskvinnurnar komu í bólk saman við Montenegro, Spania og Paraguai í HM-endaspælinum. Møguleikarnir ímóti Paraguai eru góðir, meta spælarar |
|
Hondbóltur Føroysku hondbóltskvinnurnar fáa í dag at vita, hvørjum tær skulu spæla ímóti í HM-endaspælinum, sum byrjar í november |
|
Hondbóltur Hósdagin 22. mai verður HM-lutakastið hjá kvinnulandsliðnum. Altjóða hondbóltssambandið, IHF, hevur kunngjørt styrkismetingina og Føroyar eru í triðju røð |
|
Hondbóltur Føroyski verjukletturin Brynja leikti í dag sín seinasta landsdyst. Hon hevur verið týðandi partur av menningini, sum føroysku hondbóltur hevur verið í gjøgnum seinastu árini. |
|
Hondbóltur Stórsigur í Føroyum og tap í Litava hava við sær, at vit Føroyar samanlagt vinna við 9 málum. |
|
Hondbóltur Eftir sigurin við 10 málum mikukvøldið við Tjarnir eru føroysku kvinnurnar aftanfyri 14-11. |
|
Hondbóltur Hondbóltskvinnurnar hava annað beinið í HM-endaspælinum, men skulu gera arbeiðið liðugt í seinna úrtøkudystinum móti Litava á útivølli. Føroyar hava eina 10-málsleiðslu
|
|
Hondbóltur Føroysku hondbóltskvinnurnar fara til Litava við einari 10 máls leiðslu. Myndir: Bjarni Árting Rubeksen |
|
Hondbóltur Føroyar máttu arbeiða hart fyri sigrinum ímóti Litava, men tá tað so líðandi kom glapp í bæði álopi og verju, kom munurin til sjóndar, segði dagsins spælari, Jana Mittún |
|
Hondbóltur Kvinnulandsliðið í hondbólti gjørdi bart í fyrsta kvinnulandsdystinum við Tjarnir og vann við heili 10 málum ímóti Litava |
|
Hondbóltur Claus Mogensen rósti føroysku spælarunum fyri ein flottan dyst ímóti Litava, og 10 máls leiðslan gevur Føroyum sera gott útgangsstøði undan returdystinum, segði venjarin |
|
Hondbóltur Í orðum og myndum verður sagt beinleiðis frá HM-undankappingardystinum hjá hondbóltskvinnunum millum Føroyar og Litava í stórhøllini við Tjarnir |
|
Hondbóltur Súna Krossteig Hansen er sjúk og verður ikki við í heimadystinum ímóti Litava í kvøld. Lukka Arge verður á leikaralistanum í staðin |
|
Hondbóltur Fótfimu føroysku hondbóltskvinnurnar ætla at vinna á stóru og tungu gestunum, tá Føroyar taka ímóti Litava við Tjarnir mikudagin. HM-pláss stendur upp á spæl |
|
Hondbóltur Claus Leth Mogensen, landsliðsvenjari hjá hondbóltskvinnunum, er væl nøgdur við, at Føroyar í HM-lutakastinum fingu Litava sum mótstøðulið í undandystunum. |




































































































