Sandoyingum dáma einki nýggju linjuføringina

Sandoyingum dáma einki nýggju linjuføringina
Triðja linjuføringin Sandoyarmegin, sum partafelagið Suðuroyartunnilin arbeiðir við, fellir ikki í góða jørð hjá heimasandsfólki, náttúruverdnarfeløgum og privata tunnilsbólki
Tilvildarlig savnsmynd
 
09.12.2025 - 12:12

Heimasandsmaðurin, Róin Clementsen, dámar einki triðju linjuføringina, sum nú er komin undan kavi. Tað gera náttúruverdnarfeløg og privati tunnilsbólkurin heldur ikki. 

Eftir tí, sum Kringvarpið hevur skilt, so inniber linjuføringin, at vegur verður gjørdur eystanfyri Sandsvatn, og at tunnil verður gjørdur gjøgnum Sandslíð, tvífalt so langur sum frammanundan er skotið upp, og at innkoyringin til sjálvan Suðuroyartunnilin verður í Djúpadali.

Róin Clementsen heldur ikki, at kunningin í sambandi við ætlaða Suðuroyartunnilin hevur verið greið.

Á tiltakinum heima á Sandi hevði fuglakøni Silas Olofson, sum eisini er partur av Føroya Fuglafrøðifelag, framløgu um, hvørjar avleiðingar ein vegur eystanfyri Sandsvatn hevði havt fyri ríka fuglalívið í økinum.

 

Argumentini ímóti halda ikki

Privati tunnilsbókurin, sum hevur arbeitt við alternativum uppskotum og linjuføringum vestanfyri sandsvatn, legði eisini fram á tiltakinum.

Jón Sigurdsson, sum er ein av oddamonnunum í privata tunnilsbólkinum, heldur ikki, at argumentini, sum eru brúkt ímóti alternativu farleiðini hjá teimum kunnu ikki brúkast longur, um samanborið verður við triðju linjuføringina, sum partafelagið Suðuroyartunnilin eftir øllum at døma arbeiðir við.

 

Heima_a_sandi

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609