Suðuroyartunnilin komin í tingið

Suðuroyartunnilin komin í tingið
Lógaruppskotið um fyrireiking prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum, við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum, varð seinnapartin lagt fyri løgtingið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.12.2025 - 18:20

Lógaruppskotið um fyrireiking prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum, við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum, varð fyri einum góðum tíma síðani lagt fyri løgtingið.

Talan er um eitt broytt uppskot, sammett við lógaruppskotið, ið var til hoyringar herfyri.

Tað er farleiðin í Sandoynni, til tunnilsmunnan, sum er broytt. Vegaføringin á Sandi er broytt, soleiðis at ferðslan ikki skal ganga gjøgnum bygdina. Í staðin verður skotið upp at gera ein veg eysturum Sandsvatn við tunli undir Traðarhamri.

Annars verður hildið fast í linjuføringina fyri sjálvan undirsjóvartunnilin, ið skal gerast millum Djúpadal og Sandvík, umframt at tunnilin skal koma upp í Skúvoy.

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið verður víst til fund í politiska fylgibólkinum 12.november, har "semja var um at gera broyting í vegaføringini á Sandi, soleiðis at ferðslan ikki skal ganga ígjøgnum bygdina, og uppskot er um veg eysturum Sandsvatn við tunli undir Traðarhamri." 

Víðari stendur í viðmerkingunum, at Løgmansskrivstovan hevur havt fund við Sands bygdaráð 19. november.

Tað er henda nýggja vegaføringin á Sandi, sum nógv hevur verið kjakast um síðstu dagarnar, og sum fleiri nú siga seg ivast í vera tann rætta, tí heldur ikki hon tekur neyðug atlit til umhvørvið.

Løgmansskrivstovan skrivar í viðmerkingunum til lógaruppskotið, at "ein ætlan at gera tunnil undir Traðarhamar er leysliga umrødd við Sands bygdaráð, men hevur ikki verið til ummælis, og at tað fyriliggja ikki fakligar metingar av, hvørjar umhvørvisligar og fíggjarligar avleiðingar ein møguligur tunnil undir Traðarhamar hevur, og hvønn mun tað ger á val av linjuføring."

Um endamálið við lógaruppskotinum, sigur Aksel V. Johannesen løgmaður, at tað er at staðfesta politiska semju um at fara undir at fyrireika, prosjektera og bjóða út verkætlanina um Suðuroyartunnil við tilhoyrandi tunnils- og vegakervum. Eisini skal staðfestast, at tað verður almenna partafelagið Suðuroyartunnilin, sum verður byggiharri fyri allari verkætlanini.

22,8 kilometrar langur

Sambært lógaruppskotinum verður undirsjóvartunnilin 22,8 kilometrar langur. Breiddin á tunlinum kann vera 9,5 metrar ella 10,5 metrar. Báðir møguleikar skulu bjóðast út.

Tunnilin upp í Skúvoy verður umleið 1,5 kilometrar langur og 8,5 metrar breiður við tveimum koyribreytum. Hallið í hesum parti av tunlinum verður umleið 10 prosent.

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið verður upplýst, at samlaða verkætlanin kostar umleið 4,9 milliardir krónur í dagsins prísum. Broytta linjuføringin í Sandoynni dýrkar verkætlanina umleið 70 milliónir. 

Endaliga prísin fyri samlaðu verkætlanina kennir tó eingin, fyrr enn arbeiðið er bjóðað út. 

Lógaruppskotið gevur ikki heimild til at fara ígongd við sjálvt arbeiðið - bara fyrireika, prosjektera og bjóða út.

Partafelagið Suðuroyartunnilin roknar við, at hesin parturin fer at kosta umleið 70 milliónir krónur, ið verða brúktar næstu tvey árini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 12. desember
Vikuskiftið 12 des 2025
201447
Fríggjadag 12. desember
RagnarRokk: Louis Wittmann um Blood Is The Price
201420
Fríggjadag 12. desember
Beinleiðis úr Studio 5 - Sommerson Band
201419
Fríggjadag 12. desember
Morgunlestur fríggjadagur 12.desember 2025
201348
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424
Hósdag 11. desember
Veðrið
201388
Hósdag 11. desember
Christian Matras - hvat gat eg sagt (1:2)
201392