Jól og nýggjár saman við Kringvarpinum

Um KVFTíðindi
Jól og nýggjár saman við Kringvarpinum
Høgtíðin nærkast, og vónandi er skjótt jólafriður. Kringvarpið bjóðar góðar, gamlar klassikarar og spildurnýggjar sendingar í bæði útvarpinum og sjónvarpinum um høgtíðina.
Sven Danielsen og Marin Hermansdóttir Eidesgaard eru vertir í nýggjárssendingini
Mynd: Bárður Lydersen  
 
19-12-2025

Høgtíðin setir sín dám á skránna hjá Kringvarpinum, nú árið er farið at halla. Arbeitt er miðvíst við at skapa eina innihaldsríka og hugnaliga skrá, sum bæði børn og vaksin fáa gleði av. 

Niðanfyri kanst tú lesa um bæði afturvendandi og nýtt tilfar hesar seinastu vikurnar í desember.  

 

Útvarpið 

Vit leggja fyri 23. desember á morgni við at halda jól í studio 4, tá Øssur Egholm og Mirjam Pætursdóttir eru í jólahýri og taka móti lurtaraynskjum.  

Seinnapartin, tá ið flest okkara hava fingið jólafrí, er fjálgt og hugnaligt í útvarpsstovuni. Eftir tíðindini klokkan 17 bjóðar Gunnar Nolsøe okkum at halda jól á Quiztinum.  

(Mynd: Gunnar Nolsøe) Tað er jólahugni og góður hýrur, nú vit halda jól á Quiztinum.

 

Vit runda tollaksmessukvøldið av við at senda jólaheilsanirnar, ið eru eyka krydd til jólahugnan. Hjá mongum er siðvenja at hava útvarpið frá, meðan stákast verður  við bakstri og síðstu fyrireikingunum til jóla, og tá er altíð líka hugnaligt at lurta eftir heilsanum úr øllum heraðshornum.   

At útisetar senda jólaheilsanir í útvarpinum er rættiliga gamal siður. Føroyingar í Danmark byrjaðu at senda jólaheilsanir heim til Føroya um Kalundborg radio longu í 1930'unum. 
Mong eru tey, sum næstan ikki duga at mynda sær eini jól uttan jólaheilsanir frá útisetum. 

Sum vant jólaaftan kunna børn ringja til jólamannin í Skeivahelli.

 

Jólaaftansmorgun eftir tíðindini kl. 10 kunnu børnini gleða seg til at ringja til jólamannin, sum situr klárur við telefonina í Skeivahelli. 

Eins og siður hevur verið seinastu nógvu árini, fer útvarpið aftur í ár at lesa jólafjarrit frá sjófólkum, ið eru stødd umborð á skipum fjart frá Føroyum um jólini. 

Send fjarritið til fjarrit@kvf.fo 

Føroya Symfoniorkestur

 

Seinni jólaaftan fara vit á jóla- og familjukonsert við Føroya Symfoniorkestri. Eftir konsertina fara Kári Sólstein og Armgarð Arge at hugleiða um og gjøgnumganga jólaevangeliið. 

Út á kvøldið spælir Bjørn Hentze Bech gamlar jólaslagarar, og jólaaftanskvøld í útvarpinum endar við midnáttarmessu úr Mariukirkjuni. 

 

Jóladag og annan jóladag hevur útvarpið fleiri forkunnugar sendingar. Úr rúgvuni kunnu vit nevna sendingina Sálmaskaldið Gudmund Bruun, har Jákup Reinert Hansen, lektari í kirkjusøgu, sigur frá manninum Gudmundi Bruun, sum hevur lagt so nógv eftir seg í teksti og sálmum. Armgarð Arge leggur til rættis. 

Klokkan 15 verður konsert við Tórshavnar Kamarkóri og Tarira á skránni. Konsertin var hildin í Hoyvíkar kirkju fríggjakvøldið 21. november í ár. Theodor Kapnas tók upp og legði til rættis. 

Annað jólakvøld skipar Jóhann Mortensen sum vant fyri at fara upp á gólv. Kvøldið endar við væl umtóktu Plátubarrini, og sum nakað heilt serligt, verður Diskobeiggin klárur at venda plátum aftur longu dagin eftir, 27. desember.  

Og sjálvandi verður nýggjárið eisini hátíðarhildið í útvarpinum. Fótbóltsprát og Plátupanelið taka saman um árið, og spurnakapping um minniligar hendingar í 2025 verður hildin í Nýggjárinum á Quiztinum. Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og Annika Dalsgaard halda somuleiðis Nýggjár á Gentuvesinum. Tá ið kvøldið fer at halla, kemur Jákup Magnussen í útvarpsstovuna við Plátubarrini at taka móti lurtaraynskjum og spælir feitan tónleik.  

(Mynd: Bárður Lydersen) Árið í fer í Mentan - Lív Mikkelsen, Uni Arge og Jákup Dahl

 

Nýggjársdag verður tikið saman um árið 2025 frá ymsum sjónarmiðum í Nýggjársgestinum saman við Inga Rasmussen og í Árinum, ið fer í mentan, har vertirnir Lív Mikkelsen, Uni Arge og Jákup Dahl viðgera ymisk rák og hendingar frá tí brátt farna. 
 

Sjónvarpið 

Týskvøldið 23. desember spæla vit Gekk fyri seinastu ferð í ár. Tað verður gjørt nakað heilt serligt burturúr, tí tá draga vit um heilar fýra eykavinningar á 5.000 kr. Eitt fitt ískoyti til jólini. Eftir Gekkin vísa vit Fínt skal tað vera og jólaklassikaran Die Hard.  

Ring til Julius er seinastu ferð í ár mánadagin 22. desember.

 

Aftur í ár eru Julius og Rógvi til reiðar at halda jól. Rógvi er komin at vitja Julius og hjálpa honum at bíða, tí í dag, jólaaftan, er bara eftir at... bíða. 
Og meðan vit bíða, og meðan teir bíða, og meðan øll bíða eftir, at jólini koma, so práta og hugna Julius og Rógvi sær og hyggja at teknifilmum. Teknifilmarnir, sum teir báðir fara at vísa, eru um Labbaliðið og um Grísa-Peppu úti í kavanum, um Pettson og Findus, sum fáa jólavitjan, um Mouk og Chavapa á ferð í Madagaskar og L fyri Lomb. Eisini hoyra vit jólaevangeliið, sum Birtir lesur. 

Væl umtókti teknifilmurin 'Palli Halaleysi' verður í sjónvarpinum jólaaftan kl. 16

 

Høvi verður hjá allari familjuni at savnast um seinastu partarnar av spennandi jólakalendara okkara, Snæfalli 2. Og so verður ein heilt serlig jólagáva til børnini: Palli Halaleysi, sum verður vístur jólaaftan og endursendur nýggjársdag. Filmurin verður eisini tøkur á kvf.fo og í VIT-appini. 

Jóladag verður beinleiðis gudstænasta úr Havnar kirkju, har vakrir horntónar eisini vera at hoyra. Uni Næs, dómpróstur, prædikar. 

Johanna Margreta í Buð í Hvannasund, vanliga nevnd Hannigreta, fór aðrar leiðir enn javnaldrarnir í Hvannasundi. 11 ára gomul fór hon til Havnar at ganga í skúla, og seinni gekk leiðin av landinum at lesa. Hon fekk tvær útbúgvingar – fyrst sum farmaseutur og síðani sum laboratoriilækni. Hon arbeiddi í Danmark og Norra, og seinastu árini var hon yvirlækni í Bodø. Tá hon bleiv pensjónerað, flutti hon aftur í heimbygdina, 56 ár eftir at hon fór haðani. Gjørt sendingina hava Hans Petur Hansen og Tórður Mikkelsen.  

Aftur í  ár fara vit í Løkshøll í Runavík. Vit senda fyri 11. ferð frá hugnaligu jólakonsertini, sum hevur eina drúgva skrá við fleiri væl umtóktum tónleikanøvnum. Konsertin verður send í tveimum pørtum jóladag og annan jóladag við Svend Danielsen sum verti.  

 

Annað jólakvøld senda vit til børnini allan fyrrapartin. Eisini senda vit skemtirøðina $elfie, sum er um ávirkaran Pauli ella PaulE, sum deilir tips og ger samstørv, ið ikki altíð eydnast líka væl.  

Aldubáran 30 ár

 

Tónleikabólkurin Aldubáran fylti 30 ár í heyst. Bólkurin, ið er mannaður við okkara bestu úrmælingum, valdi at spæla tónleik hjá blaðungum tónaskøldum á hátíðarhaldi í Hátún. Miðalaldurin á ungu tónaspírunum er undir 30 ár. - Heldur enn at leita aftur til fortíðina, so er framtíðin hjá føroyskum tónleiki í andgletti á hesi konsertini. 

Vit fáa innlit í sjómanslívið í sekstiárunum, tá Ingolf Johannesen fór til skips við Reynsatindi sum bert 17- ára gamal. Við sær umborð hevði hann eitt filmsupptøkutól. Sendingin Reynsatindur lýsir lívið og arbeiðið umborð á línubátinum við snellu, línu og gørnum. 87 ára gamli Dánjal Petur Nielsen, skipari, greiðir frá fiskiskapinum í ymsu árstíðunum hesi árini. Upptøkurnar umborð eru frá árunum 1966-1970. 

(mynd: Bárður Lydersen) Sven Danielsen og Marin Hermansdóttir Eidesgaard eru vertir í nýggjárssendingini

 

Nýggjársrøðan hjá Fríðriki Kongi verður send av Amalienborg slotti kl. 17. Hetta er onnur nýggjársrøðan hjá Fríðriki Kongi 10. til ríkisfelagsskapin. Eftir røðuna senda vit nýggjársgudstænastuna, har Bergur Debes Joensen, prestur, prædikar. 

Klokkan 18.30-20.30 er "Nýggjár 2025" á skránni, har vit við innsløgum og beinleiðis samrøðum lodda dýpið á nýggjárshýrinum kring landið og líta aftur á árið, ið fer. Eisini senda vit nýggjársrøðu løgmans beinleiðis klokkan 19. Vertir eru Marin Hermansdóttir Eidesgaard og Svend Danielsen. 

Seinni nýggjársaftan finna vit fram nýggjársklassikararnar, ið er føst siðvenja gamlaárskvøld, eitt nú Fínt skal tað vera, 90 ára  føðingardagurin og Gott nýggjár, Mr. Bean. 

Tórður Mikkelsen er vertur í  "Syngið við" sum hesa ferð er í Føroyahúsinum í Keypmannahavn

 

Tá farið verður inn í nýggja árið, verður væl umtókta sendingin "Syngið við" aftur at síggja í sjónvarpinum. Umleið 50 fólk plaga at savnast til at skapa nýggjárshýr. Fyri fyrstu ferð er kringvarpsmanningin farin av landinum við upptøkutólunum, tí hesa ferð eru føroyingar í Danmark komnir saman í  Føroyahúsinum í Keypmannahavn at syngja. Á skránni eru kendir og væl dámdir felagssangir, og vit hitta eisini nakrar føroyingar í Danmark. 

Tað ber til at syngja við heima úr stovuni, tí sendingin verður tekstað, og somuleiðis verður sangheftið tøkt á kvf.fo.  

"Vælkomin heim" eftir Mariu Winther Olsen

Nýggjársdag vísa vit væl umtókta heimildarfilmin ‘Vælkomin Heim’ hjá Mariu Winther Olsen, sum hon saman við sínum filmstoymi hevur gjørt á Den Danske Filmskole. Í 10 dagar hava tey arbeitt á einum stað í Keypmannahavn, sum flestu føroyingar kenna – Oyrasundskollegiinum.  

Anna Sofía er júst flutt niður á Oyrasundskollegiið, har Álvur longu býr. Saman skapa tey eitt heim. Teir gráu betongbygningarnir hava hýst túsundtals føroyingum ígjøgnum fleiri ættarlið. 

"Vælkomin heim" eftir Mariu Winther Olsen hevur vunnið Ekko Shortlist-heiðurslønina fyri besta heimildarfilm í 2025. 

Nýggjárskvøld fara vit upp á gólv við Hafburd konge og Sivard konge umframt vísuni Prins Christian, ið er betur kend sum Ved Kristiansand. Rasmus Joensen skipar Hafburd konge og Sivard konge, meðan Svanna Olsen skipar Ved Kristiansand. Talan er um nýggjar upptøkur úr Sjónleikarhúsinum í Havn frá mai 2025, har 10 dansifeløg dansaðu og kvóðu saman. 

 

Sí alla útvarpsskránna her og sjónvarpsskránna her.  

Kringvarpið ynskir Føroya fólki gleðilig jól og gott nýggjár. 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. desember
RagnarRokk: Peavy Wagner um A New World Rising
201758
Fríggjadag 19. desember
Beinleiðis úr Studio 5 - Magni Christiansen
201750
Fríggjadag 19. desember
Morgunlestur fríggjadagur 19.desember 2025
200538
Hósdag 18. desember
RagnarRokk 18.desember 2025
201239
Hósdag 18. desember
RagnarRokk: Gunnar Thomsen um Psycho Train
201237
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201757
Hósdag 18. desember
Veðrið
201723
Hósdag 18. desember
Christian Matras (2:2)
201717
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638

Um kvf css