Nýggjár á Quiztinum 2025

Nýggjár á Quiztinum 2025
Gleð teg, tí lagið er gott, og tað er háspenningur í luftini, tá Eydis Hartmann Niclasen og Ben Arabo kappast móti Beintu Løwe og Sólvit Nolsø
Eydis Hartmann Niclasen, Sólvit Nolsø, Ben Arabo og Beinta Løwe
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.12.2025 - 14:00

Tey hava øll gjørt vart við seg í árinum, ið fer. Tingkvinnan Eydis Hartmann Niclasen, ið gjørdi støðu sína greiða í fosturtøkumálinum, og Ben Arabo, ið er formaður í nýskipanarnevndini hjá løgmanni. Og tey kappast móti fyrrverandi tinglimunum Beintu Løwe, ið ikki stillaði upp aftur á løgtingsvalinum seinast, og Sólvit Nolsø, sum fór úr politikki í ár.

Nú hava tey eisini roynt seg sum høvundar. Beinta við bókini "Tá ið fólkaræðið verður rakt av sjúku", og Sólvit við ævisøguni um fótbóltshetjuna Toda Jónsson.

Tú kanst eisini royna teg og tína vitan um 2025. Spurt verður um mánaðir í árinum, føroyskan tónleik, ítrótt og eina ørgrynnu av øllum møguligum og ómøguligum spurningum, ið hava samband við 2025.

Nýggjár á Quiztinum verður send í útvarpinum nýggjársaftan klokkan 17, og sendingin kann hoyrast á heimasíðu Kringvarpsins nýggjársaftan klokkan 18.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028