Einki umval í Runavík - Føroya rættur steðgar avgerðini

Einki umval í Runavík - Føroya rættur steðgar avgerðini
Føroya rættur metir, at eitt umval kann fáa álvarsligar og óheppnar avleiðingar. Her er úrskurðurin
 
09.01.2026 - 15:59

Einki umval verður í Runavíkar kommunu týsdagin. 

Tað er greitt, eftir at Føroya rættur í dag hevur avgjørt, at sakarmálið, sum fimm býráðslimir í Runavíkar kommunu hava reist móti Fíggjarmálaráðnum, skal hava steðgandi virknað.

Rætturin leggur dent á, at ivin í málinum snýr seg um eina einstaka atkvøðu, sum hevur týdning fyri ein býráðssess, og at eingin ivi er reistur um restina av valúrslitinum. 

Dómarin metti í sínum úrskurði, at fylgjurnar av einum umvali kunnu vera álvarsamar, tí eitt nú politiska samansetingin í býráðnum kundi verið broytt eftir eitt umval.

Eisini metti Føroya rættur, at eitt umval hevði kunnað órógvað arbeiðið í kommununi, og skapt iva um legitimitetin av politiskum avgerðum. 

Haraftrat staðfestir rætturin, at einki valsvik er staðfest, og at málið framvegis byggir á ein mistanka og eina ákæru.

Rætturin vísir somuleiðis á, at landsmyndugleikarnir hava havt kunnleika til upplýsingar frá politinum í longri tíð, uttan at hetta - í sjálvum sær - førdi til nakað krav um umval.

Samlaða metingingin hjá Føroya rætti er tí tann, at stevningin skal hava steðgandi virknað, og at umvalið verður sostatt ikki hildið, fyrr enn rætturin hevur tikið endaliga støðu í sjálvum sakarmálinum um valsvik, sum verður á skránni í Føroya rætti seinast í februar mánað.

Úrskurðin kann lesast her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Mono. 1. sending
215920
Týsdag 3. november
Tá minan brast á skúlaloftinum í Dali
215840
Týsdag 3. november
Breddin: Miðskeiðisvalið í USA
215831
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860