Danmark og Grønland hitta Rubio mikudagin

Danmark og Grønland hitta Rubio mikudagin
Fundurin verður í Washington býi
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
12.01.2026 - 08:02

Mikudagin hittast umboð fyri Danmark, Grønland og USA.

Tað skrivar danska TV2, sum vísir til ein álmanakka hjá amerikanska uttanríkisráðnum sum keldu.

Amerikanski miðlinum, CBS, sum áður hevur borið tíðindini við støði dulnevndum keldum, skrivar eisini, at fundur verður mikudagin.

Við á fundinum eru danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, og grønlendska landsstýriskvinnan í uttanríkismálum, Vivian Motzfeldt, sum skulu hitta amerikanska uttanríkisráðharran, Marco Rubio, í amerikanska uttanríkisráðnum í Washington býi.

Broytingar kunnu vera í skránni.

Einki stendur skrivað um fundin á heimasíðuni hjá amerikanska uttanríkisráðnum, skrivar grønlendski miðilin, Sermitsiaq.

Tíðindastovan Ritzau hevur ikki váttað upplýsingarnar hjá danska TV2 enn, skrivar Sermitsiaq.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860