Føroyska liðið sett: Elias verður við

bannari
Føroyska liðið sett: Elias verður við
Líkt er til, at Elias á Skipagøtu verður við í hópinum til dystin móti Sveis í morgin, tí tað verða Helgi Hildarson Hoydal og Kjartan Johansen, ið sita yvir, hevur KVF skilt
Elias Ellefsen á Skipagøtu í eyðkendum stíli móti Hollandi við Tjarnir
Mynd: JN.fo / Jóanis Albert Nielsen  
 
15.01.2026 - 18:45

Stóri spenningurin til fyrsta dystin í hesum EM-endaspælinum er, um Elias Ellefsen á Skipagøtu verður klárur at spæla eftir, at hann fekk ein skaða í økslina í desember. 

Lítið hevur likið út úr føroysku landsliðsleguni um, hvør stóra føroyska stjørnan verður klár, uttan at sagt verður, at Elias er ivasamur. 

Ivaspurningurin hevur eisini verið um hin stóra føroyska spælskiparan, Óla Mittún, men á tíðindafundinum í dag staðfesti venjarin, Peter Bredsdorff-Larsen, at Óli spælir við. 

 

Elias er við í hópinum

Nú frættist frá sera góðum keldum í føroysku landsliðsleguni, at Elias Ellefsen á Skipagøtu í øllum førum verður við í hópinum, tá Føroyar trýna á vøllin í Unity Arena í Oslo í annaðkvøld klokkan hálvgum átta føroyska tíð. 

Hetta frættist, hóast Peter Bredsdorff-Larsen, venjari, á tíðindafundinum í dag segði, at avgerðin um, hvørt Elias Ellefsen á Skipagøtu spælir við í fyrsta dystinum, fyrst verður tikið í morginári. 

Men tveir leikarar skulu sita yvir hvønn dyst í EM-endaspælinum, og Kringvarpið skilir, at longu nú er avgjørt, at í annaðkvøld vera tað Helgi Hildarson Hoydal og Kjartan Johansen, ið sita uttanfyri. 

 

260115_PETER_TEIS_NET

 

Sveis lægst bólkaða landið

Tað merkir, at Elias Ellefsen á Skipagøtu er við í hópinum, men um tað merkir, at hann fer at spæla ein leiklut í dysinum, er ein onnur søga.

Í øllum førum er tað ein ábending um, at Peter Bredsdorff-Larsen, venjari, heldur, at Elias kann gera ein mun, serliga um dysturin móti Sveis stendur og ríður um snarið. 

Givið er, at um Elias er so mikið birgur, at hann kann spæla eitt sindur, so er tað kanska í dystinum móti júst Sveis, at hann skal brúkast.

Sveis er tað lægst bólkaða liðið í bólki D, hóast talan er um eitt krútsterkt lið við leikarum á hægsta altjóða støði. 

 

Stóra virðing fyri Føroyum

At Føroyar eru bólkaðar omanfyri Sveis sigur ikki so lítið um, hvussu væl føroyska manslandsliðið í hondbólti hevur staðið seg seinastu árini. 

Sveisisku leikararnir hava stóra virðing fyri Føroyum og kanska serliga Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, sum teir kenna væl frá hansara avrikum í týsku bundesliguni. 

Ein teirra er liðfelagin hjá Eliasi í THW Kiel, Lukas Laube.

 

260115_LAUBE_SCHMID_NET

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. apríl
Jambalaja - 180426
207246
Leygardag 18. apríl
Vikugesturin: Tá ið trúgvin er alt
207241
Leygardag 18. apríl
Vikan 18. apríl 2026
207239
Leygardag 18. apríl
Morgunlestur leygardagur 18.apríl 2026
207025
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190