Lær føroyska hópin at kenna
Málverji
Felag: HC København (Danmark)
Liðskiparin er ivaleysur fyrsti málverji frammanfyri Tórð Skorðheim Guttesen, sum loysti av fyri skadda Aleksandar Lacok. Tí hongur nógv á Paula hesa ferð.
Málverji
Felag: Kyndil
Aleksandar Lacok kom upp á A-landsliðið, tá Nicholas Satchwell sleit krossbandið, men ólukkutíð fekk ‘Sasha’ skaða fyri kortum. So vóru boð eftir Tórði, sum í roynd og veru hevði slept vónini um landsliðið.
Bakkur
Felag: HF Karlskrona (Svøríki)
Bakkurin er serliga stinnur í verjuni, men kann eisini spæla í álopinum. Fekk ein knæskaða, men náddi at spæla nakrar dystir, áðrenn EM-steðgin.
Bakkur
Felag: Hallby HK (Svøríki)
Hevur havt eitt gott kappingarár í Svøríki, og kann fáa størri uppgávu enn væntað frammanundan, tí Elias Ellefsen á Skipagøtu er skaddur.
Bakkur
Felag: GOG (Danmark)
Verður ivaleyst avgerandi spælarin í føroyska álopsspælinum, um Elias Ellefsen á Skipagøtu ikki fær spælt. Er ógjørligur at steðga ein ímóti einum, og tað kann skapa neyðuga plássið í gjøgnumbrotsspælinum.
Spælskipari
Felag: THW Kiel (Týskland)
Er størsta stjørnarn á føroyska liðnum, og tí er tað stórt bakkast, at spælskiparin fekk skaða stutt fyri jól. Tað er yvasamt, um hann kemur á vøllin; um ikki, verður stórur saknur í fintunum, skotunum og fríspælingunum frá úrmælinginum í Kiel.
Bakkur
Felag: Team Sydhavsøerne (Danmark)
Pauli Mittún spælir ikki á so høgum stigi, men hevur roynst væl á landsliðnum. Ikki minst í Golden League í heyst. Bakkurin er eisini ein, sum skal taka størri ábyrgd, um Elias Ellefsen á Skipagøtu ikki er førur fyri at spæla.
Bakkur
Felag: TSV Hannover-Burgdorf (Týskland):
Ein av trimum Bundesligaspælarum í føroyska hópinum. Er ein verjuspælari í heimsflokki, men spælir eisini nógv á høgra bakki í álopsspælinum, har tað er eitt sindur misjavnt við avrikunum.
Bakkur
Felag: Elitesport Vendsyssel (Danmark)
Bakkurin er ein av royndastu spælarunum á føroyska liðnum, og hevur spælt uttanlands í nógv ár í nógvum feløgum. Fær ikki so nógvar minuttir longur, men er eitt gott alternativ á høgra bakki.
Bakkur
Felag: Valur (Ísland)
Ein av teimum ungu og frambrúsandi spælarunum í føroyska hópinum. Telist millum bestu spælarnar í Íslandi í toppformi, og er kanska hin einasti, sum kann bjóða teimum bestu málverjunum av við langskotum.
Vongur
Felag: Køge Håndbold (Danmark)
Landsliðsvenjarin Peter Bredsdorff-Larsen brúkar ‘fra Køge til Keil’, tá hann skal lýsa munin á stignum, sum føroysku spælararnar spæla á. Er aftanfyri Leiv Mortensen á vinstra veingi, men hevur ongantíð svikið á landsliðnum.
Vongur
Felag: HC København (Danmark)
Hákun West av Teigum er stjørnuvongurin hjá Føroyum, men avrikini hjá Leivi Mortensen á landsliðnum tvey tey seinastu árini eru lítið aftanfyri tey hjá Füchse Berlin-manninum. Tað er óvanliga langt ímillum misnýttu kjansirnar hjá kringa vonginum í vinstru.
Vongur
Felag: Füchse Berlin, (Týskland)
Berlin-maðurin telist millum allarbestu vengurnar í heiminum. So einfalt er tað. Er avgerandi á føroyska landsliðnum, og í týska meistaraliðnum er hann fastur maður. Er avgerandi fyri føroysku kjansirnar til EM.
Bakkur/Vongur
Felag: Valur (Ísland)
Hevur verið eykamaður hjá Hákuni West av Teigum í nógv ár, og tað er ein ótaksom uppgáva. Hevur kortini leverað, tá hann er sloppin framat, og seinastu árið hava vit eisini sær vongin á høgra bakki. Tekniskt sterkur, lættur og skilagóður.
Strika
Felag: Ribe-Esbjerg HH (Danmark)
Strikuspælarin hevur strítt seg til pláss í bestu donsku deildini, og avrikini á landsliðnum hava altíð verið góð. Samspælið við Elias Ellefsen á Skipagøtu riggar væl. Til EM liggur stóra avbjóðingin í verjuspælinum.
Strika
Felag: Team Sydhavsøerne (Danmark)
Pætur er stórur og sterkur, og fysikkurin hevur stóran týdning á hægsta stigi. Í álopinum er hann ikki tryggasti skjúttin av strikuni.
Strika
Felag: IK Sävehof (Svøríki)
Strikuspælarin skiftir í summar úr føroyingafelagnum í Svøríki til Høj í bestu donsku deildini. Framgongdin hevur verið stór síðstu árini, og tað sæst aftur á landsliðnum, har hann fær alsamt størri leiklut.
Strika
Felag: H71
Strikuspælarin myndar onkursvegna eldra ættarliðið á landsliðnum, og hóast hoyvíkingurin nú spælir í føroysku deildini, er hann enn inni í hitanum. Fær neyvan nógva spælitíð, men kemur hann á vøllin, liggur hansara partur ongantíð eftir.

Fleiri greinar

Hondbóltur
EM26: Ísland spælt seg í eina EM-hálvfinalu fyri fyrstu ferð í 16 ár
Íslendingar vóru flúgvandi og vundu at enda burtur úr banamonnum føroyinga úr Slovenia, fyri at vinna sær pláss í EM-hálvfinaluni í hondbólti fyri fyrstu ferð í 16 ár
Hondbóltur
Topp 10: Føroysk málveitsla í Oslo
Tólv tey sterkastu spæla miðumfar í løtuni, men fyri Føroyar endaði EM eftir bólkaspælið í Oslo. Her eru 10 tey bestu EM-málini hjá Føroyum sambært 3-2 redaktiónini
Hondbóltur
Danmark tryggjaði sær hálvfinalupláss
Jóhan á Plógv Hansen kom ikki á máltalvuna, tá Danmark vann á Týsklandi og tryggjaði sær pláss í EM-hálvfinaluni
EM-tíðindi 26. januar 2026
Tíðindasending um EM-hondbólt
Hondbóltur
Norðurlondini: Bert Ísland snávaði í fyrsta umfari
Sum heild gekk væl hjá Norðurlondunum í fyrstu dystunum í miðumfarinum. Danmark, Norra og Svøríki vunnu sínar dystir, men Ísland tapti tepurt
Hondbóltur
Tvífaldi føroyski flúgvarin næstbesta málið í bólkaspælinum
Elias til Hákun til Óla. Tvífaldi føroyski flúgvarin til 27-26 í fyrsta umfar ímóti Sveis var næstbesta málið í EM-bólkaspælinum, heldur evropeiska hondbóltssamgongan
Hondbóltur
Óli Mittún í uppskoti til heimsins besta unga spælara
Føroyski hondbóltsúrmælingurin Óli Mittún er ein av trimum í uppskoti til heiðurin sum heimsins besti ungi spælari, sum altjóða hondbóltssamgongan IHF letur
Hondbóltur
Málmyndir: Elias tók ábyrgd við níggju málum
Elias Ellefsen á Skipagøtu gekk fremstur hjá Føroyum í tepra tapinum fyri Slovenia. Spælskiparin vildi illa lúta og skoraði níggju mál í Unity Arena. Sí øll hansara mál her
Hondbóltur
Undirhondin: Ingi Olsen metir um spælaraavrikini móti Slovenia
Hondbóltsviðmerkjarin hjá Kringvarpinum, Ingi Olsen, metir um spælaraavrikini hjá Føroyum í tepra tapinum fyri Slovenia og gevur stjørnur frá einari til fimm
Hondbóltur
Tjóðsangurin rungaði tá Tróndur takkaði viðhaldsfjøldini
- Hetta merkir alt fyri okkum, og vit høvdu vilja givið tykkum eina millumrundu, segði Tróndur Mikkelsen meðan tjóðsangurin rungaði í Unity Arena
Hondbóltur
Samandráttur: Tepurt tap fyri slovenum sendi Føroyar út úr EM
Føroyar vóru frammanfyri við tveimum málum beint eftir steðgin, men Slovenia vóru eitt stig hvassari, og til endans vóru royndirnar á muni í 30-27 tapinum
Hondbóltur
Smá mistøk kosta dýrt
Slovenia telist millum bestu liðini í Evropa, og tí kosta øll tey smáu mistøkini dýrt, segði málverjin Pauli Jacobsen eftir tapið fyri Slovenia, sum sendi Føroyar út úr EM
Hondbóltur
Teis: Kunnu vera ernir av avrikinum
- Vit lærdu eina rúgvu, sum vit heilt víst skulu taka við okkum, segði Teis Horn Rasmussen eftir tapið fyri Slovenia, sum sendi Føroyar út úr EM-kappingini
Hondbóltur
Hjálparvenjarin: Vit raka ikki toppstigið
- Vit raka ikki heilt stigið, sum vit vilja í dag, segði Hjalti Mohr Jacobsen eftir tapið fyri Slovenia, meðan tjóðsangurin rungaði frá føroyingunum í Unity Arena í Oslo
Hondbóltur
Føroyski fyrimunurin burtur - skulu hava stig ímóti Slovenia
Sveis vann við heili 17 málum á Montenegro, og tí er fyrimunurin, sum Føroyar hevði undan dystinum burtur. Føroyingarnir mugu nú hava stig ímóti Slovenia fyri at koma víðari
Hondbóltur
Beinleiðis frásøgn: Føroyar mugu ikki tapa móti Slovenia
Tapa Føroyar móti Slovenia, so eru Føroyar úti av EM-endaspælinum. Her er ein øðrvísi beinleiðis frásøgn í orðum og myndum. Frásøgufólk Uni Leitisstein Hansen
Hondbóltur
Norrønabúgvarnir: Norrøna hevur verið fantastisk
Tey, ið hava búð umborð á Norrønu, hava stórtrivist og havt tað gott. Tey eru nú klár at koppa Slovenia
Hondbóltur
Fjepparar umborð á Norrønu: "Hetta er betri enn Berlin"
Lívið umborð á Norrønu er heilt fantastiskt. Tað eru Asger Eið og Jóhan Højgaard samdir um
Hondbóltur
Fegin Emil: Slapp til Oslo at stuðla hondbóltslandsliðnum
Hóast Emil Bjarnaskor situr í koyristóli, so slapp hann eisini við til Oslo at stuðla landsliðnum, tá Smyril Line sendi Norrønu til norska høvuðsstaðin
Hondbóltur
Vedelsbøl vloggurin: Ein dagur í lívinum hjá Ísaki til EM-endaspælið
Hvat hendir um tú gevur gevur stjørnuskotinum á føroysku strikuni, Ísaki Vedelsbøl, eitt lítið upptøkutól, og biður hann filma ein dag í lívinum hjá einum landsliðsleikara?
Hondbóltur
Hondbóltsprát beinleiðis úr Oslo
Eftir søguliga stórsigurin móti Montenegro sunnudagin sendi Tróndur Vatnhamar breinleiðis hondbóltsprát í útvarpinum mánadagin. Ingi Olsen og Sjúrður H. Hoydal luttóku
Ítróttur
- Vit eru eitt millumlið millum norska politiið og føroysku viðhaldsfólkini
Hallgrímur Hansen og Brynjer Johannesen frá føroysku løgregluni eru í Oslo fyri at hjálpa norsku løgregluni, nú so nógvir føroyskir hondbóltsfjepparar eru í býnum.
Hondbóltur
Óli gleðist um lýtaleyst avrik og toppkarakter frá Inga Olsen
Samanborið við dystin móti Sveis, spældi føroyska liðið skjótari, klókari og lýtaleyst, heldur Óli Mittún, sum skeyt níggju mál upp á níggju skotroyndir móti Montenegro
Hondbóltur
Leivur fekk notið løtuna í seinna hálvleiki
Føroyska leiðslan móti Montenegro gjørdist so mikið sannførandi sum dysturin leið, at í øðrum hálvleiki vóru stundir at njóta løtuna
Ítróttur
Føroysku turrikløðini selja væl
- Eg selji vanliga norsk turrikløð, men tá eg hoyrdi at so nógvir føroyingar komu til hondbólt í Oslo, fór eg at selja føroysk turrikløð, sigur norski Aron.