Fiskimannafelagið í Fasta gerðarrætt við Reiðarafelagnum

Fiskimannafelagið í Fasta gerðarrætt við Reiðarafelagnum
Felagið vil hava Reiðarafelagið at viðurkenna, at limir, sum vóru við skipum hjá Faroe Origin, hava krav um søluágóða, tá Faroe Origin avhendi kvotur
Fasti gerðarrættur hevur nú tvey mál um Faroe Origin
 
20.01.2026 - 07:58

Fiskimannafelagið er farið í Fasta gerðarrætt við Reiðarafelagnum.

Fiskimannafelagið vil hava Reiðarafelagið at viðurkenna, at limir í Fiskimannafelagnum, sum hava verið við skipum hjá Faroe Origin, hava krav um lutfalsliga part av søluágóðanum í sambandi við, at Faroe Origin avhendi kvotur í 2023.

Fasti gerðarrættur hevur eitt annað mál um Faroe Origin.

Maskinmeistarafelagið vil hava Fasta gerðarætt at tulka sáttmálan, sum felagið hevur við Reiðaragfelagið.

Maskinmeistarafelagið vil vita, um tað hevur rætt til at fáa upprunalig roknskaparskjøl hjá Faroe Origin, um avskrivingar fyri ísmaskinu er loyvdur frádráttur og, um frádráttur fyri brenniolju skal gerast upp túr fyri túr fyri ta olju, sum er brúkt á einstaka túrinum.

Hetta málið er frá juli 2024, men tað er ikki avgreitt í Fasta gerðarrætti enn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129