Sara Benjaminsen til FC Nordsjælland

Sara Benjaminsen til FC Nordsjælland
16 ára gamla Sara Benjaminsen fer eina kenda leið hjá føroyskum fótbóltsspælarum. Hon skiftir til FC Nordsjælland, sum longu hevur Káru Sigurdsson í hópinum
Sara Benjaminsen skrivar undir sáttmála við FC Nordsjælland
Mynd: FC Nordsjælland  
 
23.01.2026 - 15:12

FC Nordsjælland boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við 16 ára gomlu Saru Benjaminsen, sum skiftir frá Skála. Sara Benjaminsen verður nú liðfelagi við Káru Sigurdsson, sum eisini spælir í danska felagnum. Tær eru javngamlar og vóru á U17-landsliðnum, sum spældi í EM-endaspælinum í Føroyum. 

Sara Benjaminsen hevur í eina tíð verið mett sum ein av evnaríkastu spælarunum í føroyskum fótbólti. Hon fekk sítt gjøgnumbrot í bestu deildini í fjør, tá hon skoraði ikki færri enn 18 mál. 

- Sara Benjaminsen er nýggjur spælari í FC Nordsjælland, eftir at hon hevur gjørt sáttmála við felagið. Føroyski miðvallarin, sum luttók í EM-endaspælinum fyri U17 í fjør, er ein áhaldandi málhóttan við sínum góða bóltførleika og góða vinstra beini, skrivar FC Nordsjælland.

Í samband við at Kára Sigurdsson skifti til FC Nordsjælland í fjør segði Henrik Surel, at tað í FC Nordsjælland verður lagdur stórur dentur á, at spælarar mennast og klára seg væl í framtíðini. “Tað er ongin loyna, at vit menna spælarar við tí fyri eyga, at teir koma víðari”, segði hann í samrøðu við Ellivu.

Fleiri føroyskir spælarar hava spælt við FC Nordsjælland, ella Farum, sum tað eisini hevur verið nevnt. Lív F. Arge og Ásla Johannesen, umframt Jóhanna F. Sørensen, ið umboðar danska landsliðið, hava verið í felagnum fyrr.

Sara Benjaminsen kemur úr kendari fótbóltsfamilju. Pápin er Fróði Benjaminsen, fyrrverandi liðskipari á manslandsliðnum, og beiggin er Aron Benjaminsen, ið spælir við norska Kristiansund og føroyska U21-landsliðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742