EM26: Týskland og Kroatia tóku síðstu hálvfinalunuplássini

bannari
EM26: Týskland og Kroatia tóku síðstu hálvfinalunuplássini
Týskland vann á Fraklandi í beinleiðis uppgerð um hálfinalupláss, meðan Kroatia stríddi seg til sigurs ímóti Ungarn og køvdi svensku kjansirnar
Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix  
 
28.01.2026 - 21:08

Týskland og Kroatia fóru avstað við tveimum teimum seinastu hálvfinaluplássunum í EM í hondbólti.

Danmark var víðari longu áðrenn síðstu dystirnar, meðan Ísland tryggjaði sær pláss millum fýra tey bestu við sigri á Slovenia tíðliga mikudagin.

Nógv stóð upp á spæl í risauppgerðini millum Frakland og Týskland, har vinnarin slapp víðari í kappingini, men týskarar vóru frammanfyri mestsum allatíð og vunnu 38-34.

Tískil má Frakland pakka taskurnar eftir heili trý tap í miðumfarinum.


Dika Mem og hinir á franska liðnum skuffaðu í miðumfarinum við trimum tapum (Mynd: Ritzau/Scanpix)

 

Tepur kroatiskur sigur

Kroatia var leingi aftanfyri, men stríddi seg framum og vann tepurt á Ungarn.

Tað merkti hálvfinalupláss til kroatar, og brostnar vónir til sviar, sum bert spældu javnt ímóti Ungarn týsdagin.


Glaðir kroatar eftir sigurin móti Ungarn (Mynd: Ritzau/Scanpix)

 

Danmark stórfavorittur

Danmark setti tingini upp á pláss ímóti Norra mikukvøldið við 38-24 stórsigri, og mugu framvegis sigast at vera stórfavorittar til EM-gullið.

Serliga gleðiligt fyri danir var, at hin sterki Thomas Arnholdsen, ið hevur drigist við skaða áðrenn kappingina, aftur var í hópinum, og hann spældi sum ein dreymur. 


Thomas Arnoldsen var aftur at síggja á danska landsliðnum eftir drúgvan skaðasteðg (Mynd: Ritzau/Scanpix)

 

Jóhan funnið spæligleðina aftur

Eisini føroyski Jóhan á Plógv Hansen stóð seg væl fyri Danmark og skoraði trý mál upp á tríggjar royndir.

Yvirhøvur fær Jóhan á Plógv Hansen nógv rós í donsku miðlunum fyri síni avrik við hetta EM-endaspælið. 

Sjálvur vísti Jóhan á Plógv Hansen á, tá hann var gestur í EM-stovuni hjá danska TV2 eftir dystin, at hann hevur funnið spæligleðina aftur, eftir skiftið frá týska SG Flensburg-Handewitt til danska felagið Skanderborg AGF Håndbold. 


Íslendingurin Dagur Sigurðsson er landsliðsvenjari hjá Kroatia (Mynd: Ritzau/Scanpix)

 

Ein dani og tríggir íslendingar

Lagt eru upp til eitt brak av einari norðurlendskari hálvfinalu millum Ísland og Danmark fríggjakvøldið klokkan 19.30, meðan Kroatia og Týskland bresta saman klokkan 16.45. 

Ein nokkso skemtilig sannroynd er tann, at danski landsliðsvenjarin, Nikolaj Jacobsen, er einasti landsliðsvenjarin í hálvfinalunum, ið ikki er íslendingur. 

Venjararnir hjá Íslandi, Týsklandi og Kroatia eru allir íslendingar. Teir eru ávikavist Snorri Steinn Guðjónsson, Alfred Gislason og Dagur Sigurðsson. 


Stóra stjørnan á danska liðnum, heimsins besti spælari, Mathias Gidsel, skoraði 11 mál móti Norra (Mynd: Ritzau/Scanpix)

 

EM-hálvfinalurnar 2026, fríggjakvøldið 30. januar

kl. 16.45 Týskland - Kroatia

kl. 19.30 Danmark - Ísland 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096