Áin sum ímynd av kroppi og sinni

Áin sum ímynd av kroppi og sinni
Stuttfilmurin Áin, sum er úttikin til Geytan, sameinir á poetiskan hátt tekst, myndir og ljóð
Mynd: Thomas Koba  
 
29.01.2026 - 22:58

"A river is a body of water...it remembers everything".

Soleiðis byrjar poetiski stuttfilmurin "Áin". Brotið er ein endurgeving eftir Natalie Diaz, og filmurin er ein av sjey stuttfilmum, sum júst eru úttiknir til Geytan 2026.

Sitatið eftir Diaz er sigandi fyri filmin, tí "Áin" fer niður í mikroøkosystemið, sum ein á er, og áin verður ein lýsing av kroppi og sinni, sigur Kim Simonsen, sum hevur skrivað tekstin, ið filmurin er grundaður á:

- Gjøgnum ánna sum landslag viðgerð filmurin spurningar sum geografi, trauma ella sálarløstir, minnir og geopoesi, sigur Kim Simonsen.

Fyrstu setningarnir í filminum lýsa eisini hetta sambandið millum á og menniskja:

"Altíð tosaði áin,
Við trýsti við tyngd.
Við spakuligari broyting av øllum.
Eitt netverk av sirmi, sílum, ternum, jarðfrøi og vatni.
Tað var hendan samrøðan, sum tók mær alt lívið at koma aftur til".

 

Filmurin sameinir tekst úr bókini "Áin" eftir Kim Simonsen, livandi myndir, sum Thomas Koba hevur tikið og klipt og eina ljóðmynd, sum Heðin Ziska Davidsen hevur gjørt.

Randi Ward hevur umsett yrkingina til enskt, og hon umsetingin sæst í undirtekstunum í filminum.

Bókin "Áin" er ikki útgivin enn, men er á veg. Filmurin er bert vístur til heilt fá bókmentanarlig høvi, men verður altso at síggja á Geytanum.

 

Lurtið eftir samrøðuni við Kim Simonsen og Thomas Koba.

 

1791760

 

 

 

Hvat: Kultura
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mikudagar kl. 17.05 í útvarpinum, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659

Meira um sama evni