Velja í Hoyvík í staðin fyri á Hálsi

Velja í Hoyvík í staðin fyri á Hálsi
Fólk á Hvítanesi og á Sundi skulu velja í Hoyvík og ikki í høllini á Hálsi í Havn
Veljarar á Hvítanesi skulu velja í Hoyvík.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.01.2026 - 06:38

Fólk á Hvítanesi og á Sundi skulu velja í Hoyvík og ikki í høllini á Hálsi í Havn.

Tað fer Tórshavnar býráð at samtykkja í dag.

Í øllum førum tekur fíggjarnevndin einmælt undir við uppskotinum hjá kommunustjóranum.

Tað er tó landsstýrið, sum eigur endaligu avgerðina um valstøð.

Á Hvítanesi búgva 107 fólk og eitt á Sundi. 

Eftir løgtingsvalið í 2022 var Hoyvík góðkend sum sjálvstøðugt valstað.

Og nú Hoyvík er skipað sum valstað, eiga veljarar á Hvítanesi og á Sundi at velja har, sigur kommunan.

Mett verður ikki, at tað fer at kosta eyka at broyta valstaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776