- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ferðavinnufelagið: Heimablídni kann vera ójøvn kapping
Ferðavinnufelagið: Heimablídni kann vera ójøvn kapping
Tilfeingis- og vinnumálaráðið fer frameftir at seta treytir til heimablídni

Tilfeingis- og vinnumálaráðið frameftir at seta treytir til heimablídni. (Savnsmynd)
02.02.2026 - 13:22
- Ferðavinnufelagið hevur gjørt vart við tað, sum tey halda vera ójavna kapping, og tí ætlar Tilfeingis- og vinnumálaráðið frameftir at seta treytir til heimablídni.
Tað sigur Teitur Tausen, fulltrúi í Tilfeingis- og vinnumálaráðnum.
Aðalráðið hevur sent uppskot í almenna hoyring, sum skal broyta kunngerð um løggilding og skráseting av matvøruvirkjum.
Ítøkiliga snýr tað seg um tað, ið vanliga verður nevnt heimablídni.
Freistin at senda hoyringarsvar til uppskotið er 11. februar.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
02022026_Heimablidni
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 24. august
RagnarRokk:Sebastian Levermann um Angus McSix and the All-Seeing Astral Eye
212033
Nýggjastu sendingar í SV
























