32 ungdómspolitikarar farnir til verka

32 ungdómspolitikarar farnir til verka
Ungdómsting er í løgtinginum í dag og í morgin
Ungdómstingið 2026 var sett fyrrapartin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.02.2026 - 13:31

Ungdómstingið 2026 var sett fyrrapartin, og 32 næmingar úr sjey skúlum manna saman við løgtingsforkvinnuni tingið.

Tilsamans komu 28 uppskot inn, og níggju vóru vald burturúr.

Tey eru m.a. um bíligari menstruatiónsvørur, koyrikort til 17 ára gomul, aldursmark fyri at brúka snildfonir og sosialar miðlar, pensjónsaldur, og um at lækka valaldurin til kommunuval niður í 16 ár. Eisini er eitt uppskot um at raðfesta Suðuroyartunnilin hægri fíggjarliga.

 


Sissal Ellendersen er næmingur í Tvøroyrar skúla. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Tríggjar nevndir skulu viðgera uppskotini eftir fyrstu viðgerð. Tær eru rættarnevndin, trivnaðarnevndin og mentanarnevndin.

Seinnapartin í morgin sleppa ungu tingfólkini at spyrja løgmann og landsstýrisfólkini.

 


Sigrun Eyð Halldórsdóttir Fossádal er næmingur í Skúlanum við Løgmannabreyt. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum, har samrøður vóru við  Sigrun Eyð Halldórsdóttir Fossádal úr Skúlanum við Løgmannabeyt og Sissal Ellendersen í Tvøroyrar skúla:

 

 

03012026_Ungdomsting

 

 

Teir sjey skúlarnir, sum hava næmingar í ungdómstinginum hesa ferð, eru Sandoyar meginskúli, Runavíkar kommunuskúli, Skúlin á Skúlatrøð, Tvøroyrar skúli, skúlin á Fløtum, skúlin við Løgmannabreyt og Sørvágs skúli.

Ungdómsting er annað hvørt ár. Fyrstu ferð var í 2006.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329