Tekur tríggjar mánaðir at gera kanningar á Skarvanesleiðini

Tekur tríggjar mánaðir at gera kanningar á Skarvanesleiðini
Jarðfeingi mælir til at gera fýra boringar fram við landsvegnum á Sandi. Fleiri kanningar skulu eisini gerast í sambandi við alternativu tunnilsloysnina
Jarðfeingi mælir til at gera fleiri jarðfrøðiligar kanningar á Skarvanesi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.02.2026 - 13:01

Tað fer at taka umleið tríggjar mánaðir at gera neyðugar kanningar á Skarvanesleiðini, áðrenn svar fæst um faldirnar, sum ætlaði Suðuroyartunnilin skal fara ígjøgnum.

Tað sigur Jarðfeingi.

Fíggjarnevndin hevur sett Jarðfeingi og Eiriki í Jákupsstovu, landsstýrismanni í tilfeingis- og vinnumálum, seks spurningar viðvíkjandi ætlaðu prosjekteringini av Suðuroyartunlinum.

Jarfeingi metir, at Skarvanesleiðin er ikki nógv væl kannað, og mælir tí til, at fýra boringar verða gjørdar fram við landsvegnum heima á Sandi, at mátingar verða gjørdar í holunum, og hugt verður at jarðfrøðini nærhendis.

Tað fer at taka umleið tríggjar mánaðir, áðrenn øll úrslitini eru klár og frágreiðingar skrivaðar, stendur í svarinum til fíggjarnevndina.

 


Jarðfeingi sigur, at  í sambandi við Múlaleiðina skal m.a. kjarnuboring gerast norðan fyri Sands bygd. 

 

Múlaleiðin

Fíggjarnevndin hevur eisini spurt um alternativu tunnilsleiðina, Múlaleiðina, tað vil siga um tunnilin fer niður stutt norðan fyri Sands bygd.

Eisini har skulu fleiri kanningar gerast aftrat, sigur Jarðfeingi. Millum annað skal jarðfrøðin kortleggjast, magnetiskar mátingar skulu gerast, kjarnuboring skal gerast norðan fyri Sands bygd, rivur skulu kannast á sjónum, og seismiskar kanningar og dýpdardátur skulu gerast millum Sandoynna og Skúvoynna.

Tað fer at taka góðar tríggjar mánaðir, áðrenn úrslit frá kanningunum og frágreiðingar eru skrivaðar, sigur Jarðfeingi.

 

Løgmaður í fíggjarnevndini

Aksel V. Johannesen, løgmaður, og nevnd og leiðsla í P/F Suðuroyartunlinum hava í morgun verið innkallað í fíggjarnevndina at svara 59 ymiskum spurningum um Suðuroyartunnilin. Svarini eru ikki almenn enn.

Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil skal úr aftur fíggjarnevndini um tvær vikur, 18. februar, og Eyðgunn Samuelsen, forkvinna, hevur sagt við Kringvarpið, at málið er, at freistin heldur. 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744