Lestraríbúðirnar á Eirargarði verða ikki lidnar til skúlársbyrjan í ár

Lestraríbúðirnar á Eirargarði verða ikki lidnar til skúlársbyrjan í ár
Um nakrar vikur verður byggiarbeiðið boðið út, og tá fæst neyvari at vita um tíðarætlan
Eirargarður 2 skal umbyggjast til lestraríbúðir.
 
13.02.2026 - 12:10

Arbeiðið at umbyggja Eirargarð 2 til lestrarbústaðir verður ikki liðugt til skúlaársbyrjan 2026. Í løtuni er óvist, nær tað verður, men tað verður helst nærri skúlaársbyrjan í 2027.

Tað sigur Jógvan Ósá, stjóri í Bústøðum.

Um nakrar vikur verður byggiarbeiðið boðið út, og tá fæst neyvari at vita um tíðarætlan.

Áðrenn umbyggingin av Eirargarði 2 kann byrja, er neyðugt at broyta byggisamtyktina fyri økið. Tað er um at vera liðugt.

 


Sjúkraflutningstænastan heldur til á niðastu hædd í bygninginum. 

 

Sjúkraflutningstænastan heldur til í niðastu hædd á Eirargarði 2. Tað er greitt, at hon flytur úr bygninginum, meðan hann verður umbygdur, men um sjúkraflutningstænastan flytur aftur á Eirargarð, er ógreitt.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

1302026_Eirargardur

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025