Spennandi og avbjóðandi at vera við til at skapa "Skeivur"

Spennandi og avbjóðandi at vera við til at skapa "Skeivur"
Ung skriva nýggjan leik um ungdómslív í Føroyum, sum verður sýndur í náttklubbanum Luux. Leikurin er liður í nýggjum átaki hjá Tjóðpalli Føroya.
Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré  
 
13.02.2026 - 11:22

Tjóðpallurin er farin undir verkætlan, har evnaríkir ungir leikarar sleppa á pall saman við royndum og útbúnum leikarum. Fyrsta ítøkiliga úrslitið av hesi tilgongd er leikurin "Skeivur, sum í hesum døgum tekur skap í samstarvi við norska leikstjóran Even Torgan. Leikararnir til nýggja leikin "Skeivur" eru funnir gjøgnum eina upptøkuroynd ella eitt "open call", har ung kundu tekna seg.

 

Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré

 

Leikur á náttklubba

Eitt spennandi og serligt við leikinum "Skeivur" er, at hann verður sýndur í náttklubbanum Luux. Í lýsingini av leikinum stendur, at:

- Áskoðarin fær ein ógloymandi býtúr í Luux, og sleppur at uppliva dukandi náttarlívið og kaga beint inn í føroyska ungdómslívið anno 2026 - uttan filtur. "Skeivur" snýr seg um fýra vinfólk, og eina nátt í býnum, og eisini um identitet. Um hvussu tað kennist tað at vera skeivur. At vera øðrvísi og ikki tað, ið fólk vænta. Aldrin at passa inn, at missa fótafestið í náttarlívinum, í kenslunum, í einum sjálvum - og kanska at finna seg sjálvan mitt í ruðuleikanum og óvissuni..

 

Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré

 

Improvisera seg fram til handritið

Eitt annað serligt við leikinum er, at ungu leikararnir eru við til at skapa leikin. Talan er um skapandi tilgongdina kallað devising, har leikararnir sjálvir mynda søguna saman við leikstjóranum. Hetta er tilgongd, sum norski leikstjórin Even Torgan brúkar nógv. Í tilgongdini tosa leikararnir nógv saman um alt møguligt, og gera ymsar vejingar, ið stuðla undir, at leikararnir kenna seg tryggar at improvisera, royna ymiskt, koyra vekk og byggja uppá. 

- Hendan tilgongdin hevur við sær, at leikurin verður aktuellur og erligur. Talan verður um eina lýsing av ungdómslívi anno 2026 uttan filtur, sigur Even Torgan.

 

Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré


Lurtið eftir samrøðuni við leikstjóran Even Torgan og tríggjar av leikarunum Harald Egholm, Lív Bruun Muller og Marius Dam Christophersen.

 

1794592

 

Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré

 

Fólkini handan leikin
Handrit: Even Torgan saman við leikarum, leikstjóri: Even Torgan, pallsniðgevi: Sámal Blak, búnasniðgevi: Anna Kristin Bæk, ljóðsniðgevi: Heðin Ziska Davidsen, ljóssniðgevi: Villiam Soo Joensen, hár og smyrsl Julia Jacobsen, leikarar Harald Egholm, Hjálmar Dam, Kelvin Origen Mathayo, Lív Bruun Muller, Marius Dam Christophersen og Óluva Heidiardóttir Tvørfoss, pallsmíð: Símun Pauli Hansen og David Geyti, myndir: Gwenaël Akira Helmsdal Carré, video og plakat Heiðrik á Heygum, ljós og ljóð undir sýning: Tórálvur Tórgarð, Ása Helena Brynjarsdóttir, front of house: Sanna Bæk Hoydal, framleiðari Anny Leo Thorsen, takk: Luux, Jákup Skovsgård Thøgersen, Lise-Lotte Vindelbo.

Les meira á tjodpallur.fo

 

Hvat: Kultura
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mikudagar kl. 17.05 í útvarpinum, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju
204242
Leygardag 14. februar
TEMAPLÁTAN: 'Blackout', Scorpions, 1982
204218
Leygardag 14. februar
Jambalaja - 140226
204234
Leygardag 14. februar
Upp á tá - 130226
204232
Leygardag 14. februar
Vikugesturin: Tann kensluborni trubadururin
204228
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204223
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Emma: Mítt land
204116