Standmyndir = naknar kvinnur

Standmyndir = naknar kvinnur
Tá har sita nakrir menn á einari skrivstovu og hugsa, at nú skulu vit hava eina standmynd, so er tað ofta soleiðis teir hugsa, heldur Kinna Poulsen
 
19.02.2026 - 14:47

Enn einaferð er kjakið um standmyndur í almenna rúminum kyknað aftur. Hesaferð í Danmark, har fólk eru farin at binda upp á standmyndir av naknum kvinnum.
Hetta er eitt tekin um, at har er ein ójavnvág millum kynini, tá tað snýr seg um tær standmyndir, ið fólk síggja dagliga, heldur Kinna Poulsen.

Í Danmark eru 484 søguligar standmyndir av monnum og 43 av kvinnum, og hóast hetta, so eru nógv fleiri standmyndir av kvinnum enn av monnum. Orsøkin er, at kring landið eru nógvar naknar standmyndir av kvinnum, sum ikki eru minnisvarðar av nakrari kvinnu, sum hevur livað, men heldur av einum listarligum hugskoti.

Um støðuna í Føroyum sigur Kinna Poulsen, at hon ikki er nógv øðrvísi her, hóast vit nú eru meira tilvitað um hetta:
- Tey seinastu árini eru fleiri standmyndir av kvinnum komnar. Tann fyrsta var Elinborg Lutzen, sum Hans Pauli Olsen gjørdi í Klaksvík. Hon er tann fyrsta veruliga kvinnan, sum vit hava gjørt eina standmynd av í Føroyum. Hetta er ótrúligt, tí tað eru bara nøkur fá ár síðan, sigur Kinna og leggur afturat, at síðan tá eru bæði standmyndin av Andreu Árting í Havn og minnisvarðin í Fuglafirði til minnis um tær, ið doyðu í barsilssong, komin afturat.

Eisini heldur Kinna, at orsøkin til at standmyndirnar nú fáa klæði, er, at fólk í dag ikki kenna søguna, sum liggur til grund fyri teimum ofta gomlu standmyndunum, og teimum hugskotum, ið liggja til grund fyri hesar. Tey síggja bara eina kalda nakna kvinnu, sum tey hava hug til at balla.

Loysnina heldur hon ikki vera at taka burtur tær standmyndir sum eru, men heldur at skapa eina javnvág frameftir. 

1796100


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436