William Sloan slóðaði fyri

William Sloan slóðaði fyri
Nýggjur minnisvarði og nýtt savn varpa ljós á lívið hjá William Gibson Sloan, ið legði lunnar undir brøðrasamkomuni í Føroyum
Mynd: Sloans savn  
 
20.02.2026 - 10:24

Sunnudagin í síðstu viku var hátíðarhald í garðinum uttan fyri Sloans húsi í Havn, tá nýggi minnisavarðin av William Gibson Sloan, skotanum, ið legði lunnar undir brøðrasamkomuni í Føroyum, varð avdúkað.

Eisini lat eitt nýtt savn upp í Sloans húsi, Sloans Savn, um lívið hjá William Sloan.

 

Hans Pauli Olsen, listamaður, hevur gjørt minnisvarðan um William Sloan. Sloans hús er nú vorðið savn.

 

Kom einsamallur til Føroya

William Gibson Sloan varð føddur í Dalry í Skotlandi 4. sept. 1838, og kom til Føroya á fyrsta sinni í 1865, higar hann føldi seg kallaðan at fara sum trúboðara. Hann virkaði einsamallur í nógv ár, og bar ein evangeliskan boðskap gjøgnum samrøður, sang, vitjanir og útimøtir.

Í 1879 búsettist hann fast í Føroyum, og samkomuhús vóru bygd. Í 1881 giftist hann Elsebeth Isaksen, vanliga nevnd Elspa í Geil, og í 1888 fluttu tey í egin hús við Tinghúsvegin í Havn.

 

Í Sloans savni er nógv tilfar savnað um lívið hjá William Gibson Sloan

 

Minnisvarðin lýsir lívsgrundarlagið
Minnisvarðin, ið nú er reistur, hevur Hans Pauli Olsen, listamaður, gjørt. Symbolikkurin í standmyndini lýsir William Gibson Sloan og hansara lívsgrundarlag, sigur Róland í Skorini, sum er í nevndini, ið hevur fingið minnisvarðan til vega og skipar fyri Sloans savni:


- Hans Pauli Olsen lýsir William Sloan og hansara lívsfilosofi ígjøgnum nøkur eyðkennir í standmyndini. Standmyndin er ein klettur, og á honum fellur skuggin av einum krossi. Hugmyndin í tí er, at tað ber til at liva í skugga krossins og av krossinum sum ideal. Kletturin er, sum í kristnari siðvenju, Kristus sjálvur, sigur Róland í Skorini.

Inni í klettinum er ein bringumynd av William Sloan, sum heldur eina bíbliu at hjartanum. Við síðina av standmyndini er ein minnispláta, har lívsgrundarlagið hjá Wiliam Sloan er niðurfelt. Orð, ið hann tók til tann dagin, hann andaðist 4. september 1914:

"On Christ the solid rock I stand, all other ground is sinking sand".

 

Orðini á minnisplátuni lýsa grundarlagið hjá Sloan. Hann tók til versið, dagin hann andaðist.



Livdi eftir 12 lívsregglum
Sum heilt ungur, 26. mars í 1863, skrivaði William Sloan eina bøn við 12 lívsregglum, sum hann livdi eftir. Í teimum liggja lívsfilosofiskir tankar, sum eru áhugaverdir og eisini relevantir í dag, heldur Róland í Skorini:


- Tær vísa ein ómetaliga miðvísan og samvitskufullan persón. Hann er etiskt tilvitandi og setir samvitskufrælsið í hásæti. Í seinni lívsregglunum síggja vit, at William Sloan er modernaður og praktiskur, tá hann biður Guð um eitt nú at hjálpa sær at gera nyttu, vera skipaður, at fara tíðla upp, at vera stundissligur og tolin. Í seinastu regglunum er hann eisini sosialur, tá hann eitt nú biður um, at alt sum hann følir, hugsar og sigur altíð má vera við næstrakærleika.

 

Tær 12 lívsregglurnar, ið William Sloan skrivaði sær niður sum ungur maður
 

Brøðrsasamkoman byggir á fríkirkjuliga reformatión
Brøðrasamkomuna í Føroyum, sum William Sloan legði lunnar undir, er í dag størsta trúarsamkoma eftir fólkakirkjuna. Í søguligum høpi byggir brøðrasamkoman á eina fríkirkjuliga reformatión, sum gongur langt aftur, og sum mentist parallelt við luthersku reformatiónina, vísur Róland í Skorini á.

 

Inni í nýggja savninum "Sloans Savn"


Lurta eftir samrøðuni við Róland í Skorini, har hann greiðir frá um minnisvarðan, William Sloan og brøðrasamkomuni í stóra søguliga samanhanginum.

 

1796145

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167