33,8 mió.kr. aftrat við aðru viðgerð í dag

33,8 mió.kr. aftrat við aðru viðgerð í dag
26 atkvøður vóru fyri, tríggjar vóru blankar og eingin var ímóti at játta H-bygninginum slakar 34 milliónir krónur aftrat
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.02.2026 - 18:25

H-bygningurin er so at siga liðugur, og umleið 60 prosent av bygninginum er tikin í nýtslu. Men fleiri lekar eru staðfestir í bygninginum, og tað er ein av høvuðsorsøkunum til, at alt virksemið ikki er flutt inn.  Neyðugt er tí at umvæla ella skifta vindeygu, skifta úthurðar umframt annað arbeiði fyri, at bygningurin gerst tættur og verður egnaður til endamálið. Harumframt er talan um nakrar avleiddar skaðar, ið eisini skulu umvælast.

Alt hetta fer at kosta nærum 34 milliónir krónur. At gera ábøtur og umvælingar í H-bygninginum er mett at kosta 32,8 milliónir krónur. Harumframt er 1 millión krónur til gerðarrættarmál og sakarmálskostnað.

Síðani byrjan í 2008 til í dag, hevur fíggjarnevndin fingið upplýst, at tilsamans eru 834,5 milliónir krónur farnar til H-bygningin.

Málið um tær 34 milliónirnar til H-bygningin kemur til triðju viðgerð hósdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Hósdag 9. juli
Morgunlestur hósdagur
210654
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523