- Tíðindi, mentan og ítróttur
"Sansa" kannar brotnan kærleika

Leygardagin er filmsveitsla í Norðurlandahúsinum, tá stuttfilmskappingin Geytin er, og filmsvirðislønir verða latnar.
Ein av tilnevndu filmunum er stuttfilmurin "Sansa", sum 22 ára gamla Anna Joensen Næs hevur skrivað og leikstjórnað.
Anna Joensen Næs hevur fingist við film- og útvarp í fleiri ár. Hon gjørdi saman við Mariu Winther Olsen heimildarrøðina "Sært tú meg", og saman við Bjørt Lind viðger hon eym evnir í útvarpssendingini "Nert ikki við".
Í stuttfilminum "Sansa" varpar Anna ljós á brotnan kærleika og kannar mørkini fyri kærleikanum:
- Filmurin snýr seg um tann sansaleysa kærleikan, har vit halda áfram til einki er eftir. Tann kærleikan, har vit halda fast, til vit ikki vita hvat kærleiki er longur. Tað er ein søga um at elska, hata, geva, taka, vilja og ikki vilja hvønn annan, vísur Anna Joensen Næs á.
Í uppslagið lýsir hon filmin við hesum orðum:
Tvey fólk
ið ræðast einsemi
og jagstra rúsin
Tvey fólk
ið halda fast í vónini
og missa seg sjálvi
Tvey fólk
ið bróta hvønn annan niður
og lata hvønn annan liggja
Hvussu langt kann brotin kærleiki fara?
Høvuðsmyndafólk í Sansa er Franklin Symphor Henriksen
Sjey filmar á Geytanum
Nógvir filmar koma inn til Geytan hvørt ár, men bert sjey sleppa við í kappingina.
Tilnevndu filmarnar til Geytan í ár eru:
Thomas Koba við filminum, "Áin"
Rakul Ró Steintórsdóttir og Niels Jóhan Sigurðsson við filminum, "Hendir her"
Maria Tórgarð við filminum, "Mammuskepilsið"
Anna Joensen-Næs við filminum, "Sansa"
Eir í Ólavsstovu við filminum, "Tað er ikki synd í mær"
RAMMATIK (Rannvá Káradóttir og Marianna Mørkøre) við filminum, "TREGI"
Maria Winther Olsen við filminum, "Vælkomin heim"
Ein dómsnevnd tekur støði til filmarnar, og latnar verða Geyta-virðislønina á 40.000 kómir, sum Runavíkar kommuna letur, og Áskoðaravirðislønin, sum í ár eisini er 40.000 krónur og Tórshavnar kommuna letur.
Lurta eftir samrøðuni við Onnu Joensen Næs, filmsleikstjóra, har hon tosar um filmin, datingmentan og kærleika:
Liðið handan Sansa
Leikarar: Erla Drós Simonsen & Torkil Tórgarð
Handritshøvundur, leikstjóri & framleiðari: Anna Joensen-Næs
Høvuðsmyndafólk: Franklin Symphor Henriksen
Ljóðsniðgevi: Høgni Fagraberg
Klippari: Mads Jøns Frausig
Framleiðslusniðgevi: Kirstin Helgadóttir
Ljósmeistari: Brandur Teitsson
Hjálparleikstjóri & upptøkuleiðari: Andrias Høgenni
B-myndafólk: Maria Rixen
Ljóshjálparfólk: Baldur Meitil
Nærleikasamskipari: Dominique Auxila Frugaard
Framleiðslustjóri: Olivia Jørundsdóttir Walker
Litviðgeri: Franklin Symphor Henriksen
Grafikari: Høgni Egholm Magnussen
Ráðgevi: Maria Winther Olsen
Rennari: Rebekka Lindudóttir Olsen
Hvat: Kultura
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mikudagar kl. 17.05 í útvarpinum, og tá tað passar tær á KVF Ljóð



























