Fótbóltskvinnurnar í Kýpros: Álopini hava loypt ótta á

Fótbóltskvinnurnar í Kýpros: Álopini hava loypt ótta á
Fótbóltskvinnurnar spæla venjingardyst í Kýpros í dag, hóast Iran hevur rakt oynna við rakettum. Álopini hava loypt hvøkk á, men FSF er vissað um, at trygt er at spæla
Føroysku fótbóltskvinnurnar til venjing í Kýpros, har venjingardystur er á skránni í dag, hóast Iran hevur rakt oynna við álopum
Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF  
 
02.03.2026 - 12:54

Føroyska fótbóltslandsliðið við kvinnum spælir í dag venjingardyst í Kýpros, hóast Iran hevur rakt miðjarahavsoynna við rakett- og dronuálopum um vikuskiftið.

 - Tær hendingarnar, sum vóru um vikuskiftið, hava loypt ótta á liðið hjá okkum og hava órógva uppihaldið hjá okkum í Kýpros, sigur aðalskrivarin í Fótbóltssambandi Føroya Kristin Dam Ziska.

FSF hevur verið í samband við myndugleikararnar á staðnum, fótbóltssambandið í Kýpros og evropeisku fótbóltssamgonguna UEFA, og hevur fingið vissu fyri, at tað er trygt at spæla dystin.

 - Vit sum sita í Føroyum vita sjálvandi ikki, hvussu umstøðurnar eru á staðnum, men okkara fólk í Kýpros og vertirnir hjá okkum meta, at tað er púra trygt at spæla dystin, sigur Kristin Dam Ziska, sum leggur afturat, at hvøkkurin millum spælararnar hevur lagt seg, og kvinnurnar kenna seg til reiðar at fara á vøllin. 

 - Vit halda fram, sum ætlað, spæla dystin í dag, og síðan fer liðið víðari til Grikkalands í morgin, sigur aðalskrivarin.

Venjingardysturin ímóti Kýpros er liður í fyrireikingunum til HM-undankappingina, og fyrsti dysturin er ímóti júst Grikkalandi leygardagin.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303