U17-menningarkapping: Teir mugu kenna tað á egnan kropp

U17-menningarkapping: Teir mugu kenna tað á egnan kropp
Føroyska U17-landsliðið við dreingjum tapti tveir og spældi ein javnleik í UEFA-menningarkapping, sum hevur verið í Føroyum farnu dagarnar
Liðskiparin, Rósing Sverrason Toyt úr Víkingi, í dysti móti Bosnia-Hersogovina
Mynd: Finnur Justinussen/FSF  
 
05.03.2026 - 14:03

Úrtøkan gjørdist tvey tap og ein javnleikur fyri føroyska U17 landsliðið við dreingjum, ið farnu dagarnar hevur tikið lut í UEFA menningarkapping, sum hevur verið á Tórsvølli. Føroyar taptu 3-1 fyri Bosnia Hersogovina og 7-2 fyri Íslandi, meðan liðið vann sær ein javnleik móti Estlandi.

- Vit hava spælt tríggjar øgiliga ymiskar dystir, sum hava verið móti trimum øgiliga ymiskum liðnum. Tað var eitt sindur rokaligt undan dystinum, tí vit skuldu spæla móti Estlandi, men tað bleiv so broytt til Bosina Hersogovina. Tað var eitt tekniskt gott lið, har vit halda 1-1 javnleik leingi í dystinum. Vit fáa so eitt óheppið mál ímóti og so skora teir til 3-1 móti endanum, sigur Christian Høgni Jacobsen í samrøðu við FSF-Varpið.

Føroyska málið í dystinum skoraði áleyparin úr Víkingi, Emil Ludvig Jacobsen. Frálíka innleggið átti liðfelagin úr Víkingi Fróði Juul Jarnskor. Síðani spældu Føroyar móti Estlandi, sum var mett at verða veikasta mótstøðan í kappingini.

- Móti Estlandi velja vit at hava fokus á verjupartinum, tí tað er tað vit møta til EM-undankappingarnar. Vit síggja tó, at tað tá vit í seinna hálvleiki fara fram eftir teimum, so kunnu vit verða við. Tað umráðandi at fáa javna móti endanum, tí tað gevur spælarunum sjálvsálit, sigur Christian Høgni Jacobsen.

 

Føroyar javnaðu í evstu løtu móti Estlandi                           Mynd: Finnur Justinussen/FSF

Føroyar javnaðu í evstu løtu, tá stóri miðverjin úr KÍ, Andrew Poulsen, stútaði eitt innlegg í mál. Allir dystirnir skuldu avgerast og tí bleiv brotssparkskapping aftaná. Her vann Estland. Seiansti dysturin var í gjár. Her skrædnaði, tá Ísland bjóðaði av.

- Móti Íslandi broyta vit spælaskipan og fara til fimm í verjuni, men vit koma á odda 2-1 burturúr ongum. Síðani kom Ísland við einum ódnarveðri og vit klára ikki at standa ímóti. Har er nógv at arbeiða við, sigur Christian Høgni Jacobsen, U17-landsliðsvenjari.

Tað fylgja treytir við, tá UEFA hevur menningarkapping. So sum, at allir spælarar skulu sleppa á vøllin og spæla í minsta lagi 90 minuttir. Allir føroysku spælararnir fingu møguleikan at byrja inni.

- Vit kunnu taka við okkum, at dreingirnir sleppa at spæla undir tí trýstinum, sum vit koma til í undankappingunum. Vit síggja eisini hvørjir klára at standa ímóti og hvørjir eru spælarar, sum vit kunnu halda fram við at arbeiða við, sigur U17-landsliðsvenjarin, sum gleðist um at spælararnir fáa seg royndar.

- Spælararnir sleppa eisini at merkja á egnum kroppi, at ert tú ikki á í allar 90 minuttirnar, so verður tú revsaður. Eisini móti Íslandi, sum ikki er í toppinum í Evropa.

Bosnia Hersogovina fekk 8 stig, Ísland endaði á øðrum plássi við 7 stigum, meðan Estland og Føroyar fingu ávikavist 2 og 1 stig.

 

Hópurin

Sámal Nolsøe, 07 Vestur

Tobias Mcleod í Hjøllum, B36

Carl Christian Codron, B36

Filip Bendix Laursen, B36

Sveinur Høgnason Vesturdal, B36

Marius Jónsson, EB/Streymur

Villiam Sørensen, EB/Streymur

Bogi Augustinussen, FC Suðuroy

Olivur Joensen, FC Suðuroy

Leon Samuelsen, HB

Andrew Poulsen, KÍ

Markus í Mittúni, KÍ

Emil Poulsen Linklett, KÍ

Elias Justinus Begerau, Skála ÍF

Boas á Reynatrøð, Víkingur

Rósing Sverrason Toyt, Víkingur

Fróði Juul Jarnskor, Víkingur

Pætur Sigurdsson Højgaard, Víkingur

Emil Ludvig Jacobsen, Víkingur

William Hansen, Hvidovre IF

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Bjarki: Nú liggur ein kavafonn
205174
Hósdag 5. mars
Jóhanna: Farin
205175
Hósdag 5. mars
Anna Lovisa: Eitt kvøldið so siðla
205176
Hósdag 5. mars
Emma: Aldan
205188