FMA 2026: "It's been a while" hjá jazzygold er ársins útgáva

FMA 2026: "It's been a while" hjá jazzygold er ársins útgáva
Jasmin Mote, ið framførir undir pallnavninum jazzygold, átti bestu útgávuna í 2025. Harvið vann jazzygold báðar tær stóru FMA-heiðurslønirnir, tí hon átti eisini besta sang
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.03.2026 - 21:41

"Hendan plátan er søgan um mítt lív. Hon er mín dagbók. Um tú lurtar eftir sangunum, so kennir tú meg ordiliga væl." 

Soleiðis lýsti Jasmin Mote sjálv sína fyrstu útgávu undir pallnavninum jazzygold, "it's been a while", tá hon var gestur í sendingini LEITISSTEIN í útvarpinum 11. februar í fjør. 

Í kvøld hevur "it's been a while" vunnið tann størsta FMA-heiður, "Ársins útgávan", á FMA 2026, sum verður hildið í Norðurlandahúsinum. 

Hinar pláturnar, ið vóru tilnevndar til heiðurin sum "Ársins útgáva" vóru “Í Ævir” hjá Elinborg, “Skull-Sized Kingdom” hjá Lyon Hansen, “Sólskin” hjá Stanley Samuelsen og “Tá hvørt ljós líkist tær” hjá Benjamin Rajani

 

SÍ EISINI: FMA 2026: Tilnevningarnar

 

Upp í posa og sekk

Harvið hevur Jasmin Mote aka jazzygold fingið upp í posa og sekk í kvøld, tí hon vann eisini FMA-heiðurin fyri at hava skrivað ársins sang, "Cake (Baddies Edition)". 


Úr plátuhúsanum til "it's been a while"

 

"It's been a while" er ein sera perónlig útgáva, sum viðgerð evnir sum samleika, eitt nú á sanginum "Homerun". 

Mamman Jasmin er føroysk, meðan pápin er úr Kenja, og tað hevur myndað uppvøksturin hjá Jasmin. 

"Homerun er tann mest persónligi sangurin, ið eg havi skrivað. Hann lovar lurtarunum nokk so langt innum mína persónliga søgu og míni barnaár, og hvussu tað kennist at vaksa upp millum tvær mentanir, og kenna seg nokk so nógv øðrvísi, enn hini børnini í Vestmanna. Men samstundist er sangurin eisini ein kærleiksbræv til mína familju, og tað, ið vit hava upplivað saman."

 

Hoyr eisini LEITISSTEIN-sendingina, har Jasmin Mote var gestur og legði "It's been a while" fram fyri fyrstu ferð. 

1725597


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375