Trapputing av Oyrarsundi: Útisetar vilja hava eitt javnt samfelag

bannari
Trapputing av Oyrarsundi: Útisetar vilja hava eitt javnt samfelag
Pengarnir skulu býtast meira javnt í føroyska samfelagnum. Tað halda fleiri útisetar, sum á Trapputinginum í kvøld seta orð á hvørjar Føroyar teir vilja koma heim til
Elin Winter Poulser er vertur á sendingini Trapputing, sum verður send í samband við løgtingsvalið 2026
Mynd: savnsmynd  
 
22.03.2026 - 17:40

Javnstøða, javnrættindi og eitt stað at búgva. 

Tað er nakað av tí, sum útisetar meta sum umráðandi fyri at koma heimaftur og støðast til fulnar. 

Sum er fara 40 prosent av hvørjum árgangi av landinum at lesa, og bara helvtin kemur aftur.

Men hvørjar Føroyar vilja tey ungu koma aftur til. Tað svara tey uppá í seinastu sendingini av Trapputinginum, sum verður send av Oyrarsundi í kvøld.

 

Livebloggur á heimasíðuni 

Til hvørja sending sita valevni klár at viðmerkja evni í sendingini í livebloggi her á heimasíðu Kringvarpsins.

Á Trapputinginum í Suðuroy livebloggaðu valevnini Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum, Jóhan Stenberg úr Sjálvstýri og Dennis Holm úr Tjóðveldi. 

Í sendingini av Argjahamri livebloggaðu Birgir Nielsen úr Fólkaflokkinnum, Christoffur Gert Nielsen úr Framsókn og Hans Jacob Thomsen úr Javnaðarflokkinum. 

Í Klaksvík livebloggaðu Leivur Simonsen fyri Fólkaflokkin, Heri Wang Danielsen fyri Javnaðarflokkin, Beinta Løwe fyri Framsókn og Jann Johannesen fyri Miðflokkin.

Í kvøld eru tað Birgir Ferjá Heldarskarð fyri Sambandsflokkin, Jóhan M. Stenberg fyri Sjálvstýri, Hergeir Teitsson fyri Tjóðveldi og Vilhelm Hendrik í Skálanum fyri Miðflokkin, ið viðmerkja.  

  

Trapputingið: 

Oyrasund, í kvøld, sunnukvøldið 22. mars, kl. 19.00  

  

Áður send Trapputing: 

Suðuroy 

Tórshavn 

Klaksvík

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta í Kunoyar kirkju
206006
Sunnudag 22. mars
Bolero
206000
Sunnudag 22. mars
Credo: Fangaði í frumskóginum
205807
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. mars
Andaktin
206013
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta úr Kunoyar kirkju
206001
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963