Valhølini hava latið upp

Valhølini hava latið upp
38.945 hava valrætt í dag, 552 fleiri enn í 2022
Á fólkatingsvali í høllini á Hálsi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.03.2026 - 09:21

Valhølini til fólkatingsvalið lótu upp klokkan níggju.

57 valstøð eru, og tey eru opin til klokkan átta í kvøld "og so leingi hareftir, veljarar framvegis møta fyri at greiða atkvøðu," sum tað stendur í kunngerðini um valið.

Í Føroyum stilla fimm flokkar upp til fólkatingsvalið.

38.945 hava valrætt í dag, 552 fleiri enn í 2022. Á fólkatingsvalinum í 2022 vóru 71,31 prosent á vali.

Í Føroyum stilla fimm flokkar upp til fólkatingsvalið.

Framsókn og Sjálvstýri stilla ikki upp.

52 valevni eru á teimum fimm listunum, 17 kvinnur og 35 menn.

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542