Hýruvognarnir merkja ikki nógv til valið

Hýruvognarnir merkja ikki nógv til valið
Auto og Bil siga, at har hava tey ikki meira at gera, hóast løgtingsval er í dag
Tað eru ikki meira at gera hjá hýruvognsførarum í høvuðsstaðnum í dag, hóast løgtingsval er.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.03.2026 - 12:07

Vanligt er,  at politiskir flokkar lýsa við, at fólk kunnu ringja til teirra, um tey vilja verða koyrd á valstaðið. 

Soleiðis er eisini til løgtingsvalið í dag. Flestu politisku flokkar, sum stilla upp til løgtingið, hava boðað frá, at fólk kunnu seta seg í samband við teir, um tey vilja verða koyrd á valstaðið og heimaftur.

Flokkarnir siga við Kringvarpið, at teir koyra kring alt landið. Og, sum vit skilja, so er størsti áhugin fyri at verða koyrdur í høvuðsstaðnum. Koyringin kring landið verður fyriskipað t.d. av økisfeløgum, ella - í onkrum føri - av valevnum, sum búgva ymsastaðni í landinum.

 

Farin tíð

Og tó. Ein flokkur sigur við Kringvarpið, at tey ikki skipa fyri koyring á valstaðið hesa ferð. Tað hoyrir til eina farna tíð, tá fólk ikki høvdu egnan bil. Og áhugin fyri at verða koyrdur hevur verið øgiliga lítil til undanfarin val.

Og møguliga er okkurt um tað. Tær báðar hýruvognsstøðirnar í Havn, Auto og Bil, siga báðar við Kringvarpið, at tær ikki hava meiri enn vanligt at gera, hóast løgtingsval er í dag. Og tað var heldur ikki nógv koyring fyrradagin, tá fólkatingsval var.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053